Kamala Harris verjir Joe Biden

- Ákoyringarnar um aldurin hjá Joe Biden eru politiskt motiveraðar, sigur Kamala Harris, varaforseti, sambært AFP-tíðindastovuni.

 

Varaforsetin í USA, Kamala Harris, verjir nú forsetan, Joe Biden, sum í seinastuni hevur fingið ákoyringar um, at hansara minni ikki er so gott.

 

Joe Biden er føddur hin 20. november í 1942 og fyllir soleiðis 82 ár seinni í heyst.

 

Tað var hósdagin í hesi vikuni, at ein serligur kanningarleiðari, Robert K. Hur, í einari frágreiðing var komin eftir, at grundarlag ikki er fyri at rættarsøkja forsetan.

 

Kanningarnar snúgva seg um nøkur trúnaðarskjøl, sum eitt nú eru funnin heima hjá Joe Biden sjálvum í Delaware.

 

Robert K. Hur hevur gjørt fleiri viðmerkingar til minnið forsetans, sum eisini hevur verið til umrøðu seinastu dagarnar.

 

Sjálvur hevur Joe Biden víst aftur, at minninum bagir nakað, og hann hevur eisini sagt, at hann er best egnaði maður til forsetasessin tey næstu árini.

 

Fríggjadagin trein eisini Kamala Harris, sum er varaforseti hjá Joe Biden, á pallin og segði, at ákoyringarnar um aldurin hjá forsetanum eru "politiskt motiveraðar".

 

Í Hvítu Húsunum verður eisini sagt, at viðmerkingarnar hjá Robert K. Hur um minnið hjá Joe Biden eru ógrundaðar og óhóskandi atfinningar móti forsetanum.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga.