føroyskum, at hon sigur, at tað er sum at koma heim, at koma til Føroyar. Hon hevur eisini fingið bókina um føroysk bundnaturriklæði, hana hevur hon síðani týtt til enskt og givið út í USA, tó at hon eisini [...] lívi og at ásanna, hvussu stór vælsignilsi, eg eri so heppin at eiga...... Nicolina Beder sigur, at hon varð so inniliga glað, tá ið hon fekk brævið frá Marilyn. -? Eg ordiliga hitnaði innan. At hugsa sær [...] stórfingnu gávurnar, sum skulu til fyri at gleða eitt annað menniskja. Tvørturímóti, tí ofta skal lítið til og ofta tað, sum er mest lítismett og onkisigandi fyri onnur. Men at nakað so lítismett, sum ein ullarlagdur
fram í brotsteigin, og tá Krzyztof royndi at fáa fatur á, varð Bartal Eliasen dømdur fyri at skumpa pólverjan í ryggin, soleiðis at vágbingar nú eisini fingu loyvi at royna seg úr 11 metrum. Sum skilst úr [...] vóru alt annað enn nøgdir um, at linjudómarin veittraði fyri rangstøðu, tá Henning Jarnskor stútaði í netið, eftir at Janik hevði brotið ígjøgnum í borðinum, fyri síðani at leggja innfyri. Helst varð flaggið [...] seinna brotssparkið var. Onkur helt, at dómarin helst royndi at kompensera fyri brotssparkið, sum hann hevði givið GÍ fyrr í dystinum, men alt hetta tóktist tó ikki at nerva vágbingarnar. Kryztof tókm sær
Kommunan hevði valið ímillum at lata hesar byggja eldrasambýlið ella at siga menninar úr starvi. Tískil varð sambýlið bygt við fólki hjá kommununi burtur av. Leif heldur, at hetta var ein góð loysn. - Einir [...] Leif. Á samkomuni kom fram, at eldri fólk, sum ikki hava so góðar umstøður heima til bað, eru vælkomin í Vesturstovu at fáa sær brúsubað í kjallaranum. Somuleiðis eru tey farin at gera døgurðar, sum heimahjálpir [...] Leif byrjaði annars at arbeiða hjá kommununi longu í 1984. - Kreppuárini vóru ein torfør tíð hjá okkum handverkarum, men eg megnaði at hóra undan her heima, sigur hann. Eftir at hava verið í sjálvstøðugari
Sogndal, og Molde royndi at leggja trýst á, men teir megnaðu ikki at spæla seg til stórar møguleikar. Eftir dystin ásannaðu Molde spælarar, at teir ivaleyst hava hugsað ov nógv um at vinna gull. Nú mugu teir [...] stigum. Men úrtøkan hjá Molde hevur tær seinastu ferðirnar verið so vánalig, at tað er lítið, sum bendir á, at teir fara at vera við í stríðnum um gullkrónurnar. Mikukvøldið spældi Molde í Sogndal, sum [...] oddaliðnum Lyn, og gestirnir vórðu sagdir at vera sera hepnir. Í Lyn vóru teir misnøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki til teir. Myndirnar vísa, at talan var um støðu av sama slagi, sum tá
seinasta bræv til tín, og fari eg tí at enda við tøkk til Hann, ið øllum valdar, tí at alt tykist at ganga tann rætta vegin hjá tær har á sjúkrahúsinum, hóast tú eftir øllum at døma skjótt verður fluttur á s [...] tann mannin, sum hevur so frálíkt hegni at fáa fólk at flenna. Hann hevur kanska lisið við brillunum hjá einum ávísum Esmari? Eg minnist eisini, at eg segði, at vit føroyingar skulu vara sálina, tí eingin [...] Tú, trímenningurin, nú stendur í "Dimmu", at eg eri komin til ta niðurstøðu, at Sjúrður Skaale er rasistur. Tú minnist hetta kvøldið, tá eg segði við teg, at hesu seinastu árini høvdu vit upplivað so nógv
heimaliðið spældi av øllum alvi fyri at varðveita møguleikan í hvussu so er at røkka Europa Cup plássi og eisini fyri at halda lív í vónini um, at tað skal eydnast at fáa HB aftur. B68 legði bragdligari [...] verjuspælinum Beinanvegin í seinna umfarinum sást, at B68 var sinnað at leggja meiri fyri í royndunum at fáa mál. Tryggu verjuspælararnir skiftust um at fara fram við í álop, og B68 yvirtakið á miðvøllinum [...] framvegis hevur møguleika at vinna FM. Setningurin hjá KÍ verður nú at halda seg omanfyri miðstrikuna, og næsta sunnudag fáa teir á heimavølli ímóti B36 møguleika at vísa, at tað kann verða betri, enn
eisini borið upp á mál, at tað er hugaligt at hoyra gamla eiðismálið aftur. Hetta mál tosar Páll enn, hóast hann hevur verið burturi í 50 ár. Tey eiga eingi børn, men hava kortini nokk at síggja til. Alt í Danmark [...] áhuga í list, og hon byrjaði at arbeiða við ymiskum, m.a. glasi. ?Eg royndi ymiskt, men eg endaði við at vilja gera glas. Eg fór fyrst niður í hálva tíð og nýttu nógva tíð til at arbeiða við glaslist, sigur [...] serligur ovnur, ið brennir glasi. At fáast við ein tílíka ovn krevur holla vitan og venjing, tí timingin hevur alt at siga, og í avgerandi løtunum kunnu sjálvt sekundini hava nógv at siga. Rávøran er liðugt gjørt
tey, sum eru farin at eta fyltan havhestaunga jólaaftan. Ræstur fiskur og dunna verða rættiliga hótt í hesum døgum. Ymsir eru siðirnir til alt. Eisini at eta. Hóast vit mangan halda, at smá frávík eru í [...] Pauli Joensen frá, at hava riv í ovninum jólaaftan. Og ivaleyst er onkur, sum heldur tað enn. At koyra ein bógv í ovnin og eplir afturvið er ikki heilt ókent í dag heldur. So hendir jú tað at maður og kona [...] okkara. Men her er tað stuttliga hent, at føroyingar hava fingið sær tann vana, eisini at eta hendan rættin aðrar tíðir enn jólaaftan. Og tað er bara í Føroyum, at tað kemur fyri, greiðir Jóan Puli Joensen
Satt at siga haldi eg, at tað er ein myta, at fólk syngja, meðan tey eru undir brúsu. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Tað er ikki fyrr enn á gamalsaldrinum, at eg eri farin at droyma [...] altíð góðir at eiga. Men møguliga hevði eg klárað at sagt nei til pengar, um onkur beyð mær ein fløgu við growli - also »sangur«, tá tú ikki hoyrir lagið, ikki skilir orðini og ikki orkar at lurta eftir [...] eftir »lagnum«. Haldi ikki, at eg hevði tímað at átt eina slíka fløgu. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? ? Eg veit ikki rættuliga, um eg kann loyva mær at nevna nakran sang, tí yrkjarin hevur helst
pappírinum, at talan neyvan skuldi gerast um nakran vanda fyri at missa sætið í deildini. Viljin var við Tað er tó júst tað, sum vandi er fyri í løtuni. Fyrst og fremst av teirri orsøk, at liðið í alt [...] parturin megnaði at skræða seg leysan, men so tóktist orkan hjá Kyndli at vera uppi. Innan tríggjar minuttir miðskeiðis í hálvleikinum fekk Stjørnan fýra mál á rað, og so tóktist alt at enda sum vant. Hetta [...] Seinastu 12 minuttirnar megnaðu tær at halda málinum fullkomuliga reint, og í seinasta minuttinum eydnaðist teimum at toga seg upp á javnt. Tað var tó um reppið, at Stjørnan kortini streyk avstað við sigrinum