Molde er steðgað fullkomuliga upp

Nú hava teir ikki vunnið í fýra dystum á rað, og mikukvøldið taptu teir ímóti botnliðnum Sogndal, sum í ein tíma var undirmannað

Tað gongst ikki væl hjá Molde í løtuni. Meðan føroyingar hava hildið ólavsøku og eru komnir fyri seg eftir ólavsøkuna, hava teir í Noregi avgreitt tvey umfør í tippuliguni. Eitt umfar var í vikuskiftinum, og mikukvøldið og hóskvøldið vórðu dystirnir spældir, sum vórðu útsettir, tá spælararnir vóru í verkfalli fyrr í summar.
Molde er nú á fimta plássi. Tað eru sjey stig upp til Lyn, sum er á odda við 35 stigum. Men úrtøkan hjá Molde hevur tær seinastu ferðirnar verið so vánalig, at tað er lítið, sum bendir á, at teir fara at vera við í stríðnum um gullkrónurnar.
Mikukvøldið spældi Molde í Sogndal, sum inntil í fjør var føroyska felagið í norskum fótbólti, og sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Teir hava fingið hjálparvenjaran hjá norska landsliðnum, Harald Aabrekk, at vera stuðul á beinkinum, og tað tóktist hjálpa mikukvøldið. Sogndal spældi fyri lívinum, og teir vunnu 2?1.
Úrslitið verður mett at vera framúr, tí síðsta tíman spældi Sogndal við tíggju monnum. 32 minuttir vóru farnir, tá ein varð rikin av vøllinum fyri sum aftasti maður at taka bóltin við hondini. Tá var støðan longu 2?1. Håvard Flo stútaði Sogndal framum 1?0, og teir skoraðu til 2?1 beinleiðis uppá fríspark hjá Molde málverjanum, Eddie Gustafsson. Síðsta tíman vardi Sogndal, og Molde royndi at leggja trýst á, men teir megnaðu ikki at spæla seg til stórar møguleikar.
Eftir dystin ásannaðu Molde spælarar, at teir ivaleyst hava hugsað ov nógv um at vinna gull. Nú mugu teir bara savna seg um ta uppgávuna, sum stendur fyri framman. Og tað er væl skiljandi, at teir siga soleiðis, tí síðani summarsteðgin hevur gingið av skriðuni. Umframt 2?1 tapið í Sogndal, hava teir spælt tvær ferðir 0?0. Seinna ferðin var sunnudagin, tá teir vitjaðu Viking í Stavanger. Molde hevði fleiri møguleikar enn heimaliðið, men tað endaði málleyst.

Oddastríðið
Lyn er framvegis á odda við 35 stigum. Hóskvøldið spældu teir málleysan javnleik á útivølli í Stavanger ímóti Viking. Teir á heimaliðnum hildu seg vera óhepnar ikki at fáa mál.
Stabæk vann mikukvøldið 3?2 á Moss og er næstfremst við 31 stigum. Heimaliðið spældi illa, og teir vóru sperdir mesta partin av tíðini, men tveir minuttir fyri leiklok fingu teir sigursmálið. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Bodø/Glimt. Tá stóð heldur einki til, men Stabæk vann kortini 2?1.
Rosenborg er rættuliga farið at gera um seg. Hóskvøldið vóru teir í Bergen og spældu ímóti Brann. Tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, var heimaliðið á odda 2?1, men Rosenborg vann 3?2. Teir eru nú komnir upp á triðja plássið við 30 stigum. Tað verður avgjørt mettur at vera møguleiki fyri, at teir kunnu vinna NM fyri 11. ferð á rað.
Sunnudagin vann Rosenborg eisini 3?2 á útivølli. Tað var ikki eiti á sigur, tí hann var ímóti oddaliðnum Lyn, og gestirnir vórðu sagdir at vera sera hepnir.
Í Lyn vóru teir misnøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki til teir. Myndirnar vísa, at talan var um støðu av sama slagi, sum tá Todi Jónsson fyrr í summar varð snýttur av Kim Milton Nielsen í avgerandi dystinum um DM ímóti Brøndby. Og har afturat skoraði Rosenborg sigursmálið til 3?2, tá bara ein minuttir var eftir.
Odd Greenland er á fjórða plássi við 29 stigum. Teir sendu sunnudagin Moss, sum er næstniðast, heim úr Skien við 2?0 tapi.
Niðast við bara sjey stigum er Start úr Kristiansand. Mikukvøldið spældu teir á útivølli ímóti Bodø/Glimt, sum vann 2?0. Start hevur givið skarvin yvir. Teir høvdu fimm spælarar á liðnum, sum vóru 20 ár og yngri, og avrikið varð mett at vera mest átókt tí hjá einum unglingaliði.
Eftir sigurin á Molde mikukvøldið er Sogndal komið upp á triði aftasta plássið, og nú hava teir vunnið tvær ferðir upp í slag. Í vikuskiftinum vunnu teir 2?0 á Vålerenga, men spurningurin er, um teir sleppa at varðveita tey stigini. Tað verður tosað um, at Sogndal hevði ov nógvar spælarar á vøllinum, sum ikki eru úr EBS økinum. Nú verður hetta kannað.
Lillestrøm liggur framvegis tungt í sjónum. Teir eru framvegis í niðurflytingarvanda, men sunnudagin eydnaðist tað endiliga at vinna 2?1. Á heimavøllinum høvdu teir vitjan av Bryne.

Størri kapping
Jákup Mikkelsen er framvegis eykamálverji hjá Molde. Mánakvøldið vardi hann málið á næstbesta liðnum, sum vann 3?0 í Larvik.
Knud Lillebakk, sum er triði málverjin í Molde, hevur síðani í apríl verið útleigaður til Bryne. Nú flytir hann aftur til Molde, har hann frá 3. august skal kappast við Eddie Gustafsson og Jákup Mikkelsen um málverjuplássið.
Hesar seinastu dagarnar hevur verið nógv tosað og skrivað um, at Molde skal skriva sáttmála við Ronny Johnsson. Sáttmálaskeiðið hjá verjuspælaranum í Manchester United er liðugt, og Alex Ferguson ætlar ikki at skriva nýggjan sáttmála við norðmannin, sum nú leitar eftir nýggjum arbeiðsgevara.