hevur 13 býráðssessir. Hyggja vit at útrokningini niðanfyri, so síggja vit, at tað skulu ikki so nógvar atkvøður til at flyta seinastu sessirnar. Eitt nú síggja vit, at Fólkaflokkurin hevur fingið seinasta [...] áðrenn sessurin var í vanda. Vit síggja eisini, at skuldi ein flokkur afturat havt møguleika at fingið sæti, so skuldi hann havt 830 atkvøður fyri at tikið seinna sessin frá Fólkaflokkinum. Soleiðis síggja [...] sessin. Tað vil siga, at um Fólkaflokkurin hevði slakar 100 atkvøður færri, so var Bogi Andreasen ikki í býráðnum fyri Fólaflokkin, men Bjørg Dam fyri Javnaðarflokkin. Vit síggja eisini, at Framsókn er rímuliga
plagar at gera. Trupulleikin hjá B36 hevur verið, at tað hevur verið ov langt frá miðvallarunum og fram til fremsta man, sum hevur verið so mikið einsamallur, at tað hevur verið torført hjá honum at verja [...] og Sonni Ragnar Nattestad, vóru so at siga ikki á mótstøðuhálvuni, og tað eydnaðist illa at fáa vongverjarnar Benjamin Heinesen og Alex Mellemgaard, sum báðir plaga at vera rættiliga framrættaðir, av álvara [...] kvøld av teimum fagrastu at spæla fótbólt á Tórsvølli, har B36 hevur vitjan av Levadia úr Estlandi. Eftir fyrra hálvleik er støðan framvegis málleysur javnleikur. Størsta møguleikan at skjóta mál í fyrra hálvleiki
verið skemta við, at spælarar sum Hallur Hansson fáa hald í nakkan av at spæla í AC Horsens, tí bólturin altíð verður gúppaður fram. - Vit hava vant okkum við Bo Henriksen og hansara máta at gera tingini upp [...] Henriksen, sum hevur verið venjari øll árini hjá Halli Hanssyni í AC Horsens, hevði boðað frá, at hetta fór at verða seinasta kappingarárið hjá honum í felagnum. Tí kundi hetta henda, men føroyski landsl [...] fyri okkum allar. Vit vistu væl, at tað kundi henda, men tá nú fyrireikingarnar til kappingarárið vóru farnar í gongd, og vit høvdu spælt fysta venjingardystin væntaðu vit, at skiftið ikki kom fyrr enn seinni
skriva í dag, at feløgini samráðast um eitt skiftið, ið kemur at kosta Manchester United umleið 900 milliónir krónur samanlagt. Tó verður mett, at kostnaður verður goldin yvir fleiri gjøld, og at partar av [...] Altjóða miðlar skriva, at Manchester United er í holt við at keypa Jadon Sancho frá Borussia Dortmund. Enski landsliðsspælarin er uppvaksin hjá grannunum úr Manchester City, men hevur seinastu trý árini [...] spennandi fótbóltsspælarunum á marknaðinum. Borussia Dortmund er eitt felag, sum selur sínar stjørnur, fyri at fíggja raksturin. Hartil er Jadon Sancho enskur landsliðsspælari, sum økir virðið á spælaranum og ger
fram, nú støðan við korona aftur broyttist. – Hóast tað er at harmast um, at so strong tiltøk aftur mugu setast í verk, so verður væntað, at støðan verður meira smidlig hesaferð, skrivar Tórshavnar kommuna [...] sama mun sum áður nýtast at stúra fyri at bera smittuna inn á heimini. – Næstu dagarnar fer Heilsu- og umsorganartænastan, alt eftir hvussu koronastøðan í landinum tekur seg upp, at arbeiða við, hvussu til [...] tíð hevur Heilsu- og umsorganartænastan testað starvsfólk. Hendan skipanin fer at halda fram og verður nú víðkað. Umframt at verja borgarar á røktarheimum og heimabúgvandi, sum fáa tænastu, so skapar hetta
Hagstovuni. Men tá ið sagt verður, at hetta er tann størsti bólkurin av teimum, sum eru arbeiðsleys, skal havast í huga, at sum heild er arbeiðsloysið so lítið, at tað er at kalla púra burtur. Arbeiðsloysið [...] meiri enn 1,2 prosent, og tá vildu mong sagt, at tað merkir, at í roynd og veru er trot á arbeiðsmegi. Og hóast tað er í bólkinum hjá teimum 25-34 ára gomlu, at tey flestu arbeiðsleysu eru, er arbeiðsloysið [...] tað, men tað er serliga hesi seinastu trý, fýra árini, at kynsmunurin er minkaður. Men munurin hevur verið størri, og tá ið arbeiðsloysið fór at minka av álvara eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv
afturvísir tó, at talan skal vera um fakfelagsleiklutin hjá teimum, og átalar FPU fyri at manipulera málið í miðlunum. - Tvørturímóti er Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna okkum í ferð við at taka upp samráðingar [...] úr starvi hjá Atlantic Airways, er farið fullkomiliga út av kós, eftir at fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum hevur gjørt alt fyri at reingja veruliga avgerðargrundarlagið undir uppsagnunum, skrivar flogfelagið [...] mikið, at talan er um óhóskandi og illoyalan atburð, sum Atlantic Airways undir ongum umstøðum kann góðtaka. - Her er talan um eitt uppsagnarmál á tungtvigandi avgerðargrundarlagi, sum FPU roynir at manipulera
har einki bendi á, at Kyndil skuldi enda við at spæla finalu. Aðru ferð feløgini hittust, vann VÍF aftur greitt. 24-18. Í januar var triði innanhýsis dysturin og nú bórust boð um, at Kyndil var við í spælinum [...] vestmenningar ugga seg við, at VÍF hevur ikki tapt ímóti Kyndli í landskappingini í ár. Hetta er í sjálvum sær góð úrslit, men líta vit aftur á dystirnar, so sigur søgan at Kyndil kemur nærri og nærri [...] spælinum. Dysturin endaði 26-25 til VÍF eftir at Kyndil hevði verið á odda 24-25 í seinasta minutti. Seinasti landskappingardysturin endaði við javnleiki 22-22, eftir at Kyndil tók stóra leiðslu aftur í seinna
P/F Valdemar Lützen á Skálatrøð í Havn. Hann hevur seinastu vikurnar savnað undirskriftir at mótmæla ætlanini at byggja tjóðleikhús á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Higartil hava gott og væl 2000 fólk skrivað [...] vildi ikki taka ímóti undirskriftunum, sigur Høgni Lützen. — Tað, at Annika Olsen, sum skrivliga og hvassliga hevur boðað mær frá, at hon ikki vil taka ímóti hesum undirskriftir frá mær, tá eg komi niðan [...] býráðshúsið við teimum, og Gunvør Balle, sum vegna Høgna Hoydal fastheldur at fáa tjóðleikhús á Skálatrøð fyri einhvønn prís, velja at yvirsíggja henda stóra bólk av fólki, ið staðiliga mótmæla hesa staðseting
Danmark, at hvør dani tveitir 16 kilo av klæðum burtur um árið. Tey, sum fylgja við rákinum, vita, at mótin skiftur í heilum, og at tað, sum var modernað í heyst er ikki modernað nú í vár – og so er at keypa [...] umhvørvisvikan frá 4. til 11. mai, og tá fara tey at seta kikaran á nakað so jarðbundið og gerandisligt sum okkara ovurnýtslu av klæðum. Tey siga, at bara í fjør innfluttu vit klæðir fyri 145 milliónir [...] arbeiða út frá tí, at klæðir verða bara brúkt nakrar fáar ferðir áðrenn tey verða burturbeind, siga tey, sum skipa fyri umhvørvisvikuni. Samstundis eggja lágu prísirnir fólki til at keypa nógv klæði og