Tað eru mest fólk í bestu árum, frá 25 til 34 ár, sum eru arbeiðsleys. Tað sæst í eini nýggjari uppgerð frá Hagstovuni.
Men tá ið sagt verður, at hetta er tann størsti bólkurin av teimum, sum eru arbeiðsleys, skal havast í huga, at sum heild er arbeiðsloysið so lítið, at tað er at kalla púra burtur. Arbeiðsloysið er ikki meiri enn 1,2 prosent, og tá vildu mong sagt, at tað merkir, at í roynd og veru er trot á arbeiðsmegi.
Og hóast tað er í bólkinum hjá teimum 25-34 ára gomlu, at tey flestu arbeiðsleysu eru, er arbeiðsloysið í tí bólkinum ikki meiri enn 1,8 prosent.
Aldursbólkurin, har arbeiðsloysið er minst, eru tet 45-54 ára gomlu, tí tað eru bara 0,7 prosent av teimum, sum eru arbeiðsleys.
Samstundis sæst, at munurin ímillum kynini er minkaður eitt sindur. Í apríl var arbeiðsloysið bara eitt prosent hjá monnum og hjá kvinnum var tað 1,4 prosent.
Í apríl í fjør var arbeiðsloysið hjá monnum tvey prosent og hjá kvinnum var tað 2,5, men stutt eftir kreppuna fyri nøkrum árum síðani, var arbeiðsloysið hjá kvinnum eini tvey prosent hægri enn tað var hjá monnum, tað var í 2010 og árini eftir tað, men tað er serliga hesi seinastu trý, fýra árini, at kynsmunurin er minkaður.
Men munurin hevur verið størri, og tá ið arbeiðsloysið fór at minka av álvara eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðani er munurin javnaður aftur, og munurin ímillum kynini er væl minni nú enn hann hevur verið.