Tá flokkurin stillaði upp á næstseinsta býráðsvali í 2012 fekk flokkurin bara 1,87 prosent av atkvøðunum. Ta ferðina fekk Javnaðarflokkurin meirilutan einsamallur við 41,3 prosentum av atkvøðunum og fekk sjey fólk vald í býráðið.
Hóast Javnaðarflokkurin »bara« misti 2,1 prosent á seinasta býráðsvali, fór flokkurin úr 7 niður í 5 fólk og misti harvið meirilutan. So stóra ávirkan hevur tað hjá einum stórum flokki at missa lutvíst so fáar atkvøður sum 2,1 prosent av 41,3.
Tað valið verður uppgjørt, vera atkvøðutølini býtt fyrst við 1, 2, 3 og so víðari, og so verða tey 13 fyrstu vald, tá tað snýr seg um Tórshavnar býráð, sum hevur 13 býráðssessir.
Hyggja vit at útrokningini niðanfyri, so síggja vit, at tað skulu ikki so nógvar atkvøður til at flyta seinastu sessirnar.
Eitt nú síggja vit, at Fólkaflokkurin hevur fingið seinasta sessin. Tað vil siga, at um Fólkaflokkurin hevði slakar 100 atkvøður færri, so var Bogi Andreasen ikki í býráðnum fyri Fólaflokkin, men Bjørg Dam fyri Javnaðarflokkin.
Vit síggja eisini, at Framsókn er rímuliga væl við í kappingini við 1094 atkvøðum, tí flokkurin fekk 10. sessin í býráðnum, og tí skuldu teir havat 265 færri atkvøður, áðrenn sessurin var í vanda.
Vit síggja eisini, at skuldi ein flokkur afturat havt møguleika at fingið sæti, so skuldi hann havt 830 atkvøður fyri at tikið seinna sessin frá Fólkaflokkinum.
Soleiðis síggja valtølini út fyri flokkarnar, sum stillaðu upp til seinasta býráðsval í Havn:
##med2##
##med3##
##med4##