Líkindini eru í kvøld av teimum fagrastu at spæla fótbólt á Tórsvølli, har B36 hevur vitjan av Levadia úr Estlandi.
Eftir fyrra hálvleik er støðan framvegis málleysur javnleikur. Størsta møguleikan at skjóta mál í fyrra hálvleiki hevði Levadia miðskeiðis í hálvleikinum, men Markus Jürgenson sendi bóltin omanfyri málið aftanfyri Róa Mørk Hentze.
Sum fyrri hálvleikur leið, datt B36 alt longri aftur í verjustøðu. Miðverjarnir Andrias H. Eriksen og Sonni Ragnar Nattestad, vóru so at siga ikki á mótstøðuhálvuni, og tað eydnaðist illa at fáa vongverjarnar Benjamin Heinesen og Alex Mellemgaard, sum báðir plaga at vera rættiliga framrættaðir, av álvara við í álopsspælið.
Benjamin Heinesen var tó tann av heimamonnunum, sum fram ímóti steðginum hevði bestu royndina, tá ið hann royndi seg við skoti úr stórari fjarstøðu, men bólturin streyk framvið málinum.
Sum fremsti maður hevur Sebastian Pingel víst góða hugburðin og stríðsviljan, sum hann plagar at gera. Trupulleikin hjá B36 hevur verið, at tað hevur verið ov langt frá miðvallarunum og fram til fremsta man, sum hevur verið so mikið einsamallur, at tað hevur verið torført hjá honum at verja bóltin og spæla víðari til liðfelagarnar, tí teir hava verið so nógv frá honum.
Tað er málleyst, nú tað verður farið undir seinna hálvleik, og B36 hevur framvegis møguleika at spæla seg víðari í Europaliguni.
B36 - Levedia (0-0)
B36: Rói Mørk Hentze - Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic - Sebastian Pingel











