Tað var ein skelkur fyri Hall Hansson, tá tað bleiv greitt at AC Horsens skifti venjara upp á standandi fót. Felagið kunngjørdi Jonas Dahl sum nýggjan venjara sama dag, sum Bo Henriksen gavst í starvinum.
Bo Henriksen, sum hevur verið venjari øll árini hjá Halli Hanssyni í AC Horsens, hevði boðað frá, at hetta fór at verða seinasta kappingarárið hjá honum í felagnum. Tí kundi hetta henda, men føroyski landsliðsspælarin fekk tó ein skelk, tá boðini komu.
- Hatta var ein ordans skelkur fyri okkum allar. Vit vistu væl, at tað kundi henda, men tá nú fyrireikingarnar til kappingarárið vóru farnar í gongd, og vit høvdu spælt fysta venjingardystin væntaðu vit, at skiftið ikki kom fyrr enn seinni, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.
Bo Henriksen er ein litrík persónligheit, sum bæði rópar og brølar á síðulinjuni. Hann hevur fingið væl burturúr tilfarinum í AC Horsens, men hann hevur eisini verið fyri kritikki, tí liðið spælir við longum sendingum og størsta hóttanin er uppá deyðbóltar.
Tí hevur mangan verið skemta við, at spælarar sum Hallur Hansson fáa hald í nakkan av at spæla í AC Horsens, tí bólturin altíð verður gúppaður fram.
- Vit hava vant okkum við Bo Henriksen og hansara máta at gera tingini upp á, men tað verður eisini spennandi at fáa nýggjan íblástur. Tað kann verða positivt, at Jonas Dahl kemur og ger nakar broytingar, sigur Hallur Hansson.
Bo Henriksen bleiv settur í samband við føroyska landsliðsstarvið, men tað var ikki nakað, sum kom frá Fótbóltssambandinum. Eisini Jonas Dahl bleiv nevndur, tá hann var venjari hjá FC Fredericia.











