á Landssjúkrahúsinum í Havn skrivaðu søgu í hesi vikuni. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ein radiografur er útbúgvin, sum hevur havt starvstíðina í Føroyum. Røntgendeildin í Havn hevur verið karmur [...] lesnaðurin framvegis er í Danmark ? undir heitinum »Sygepleje og Radiografskolen«. Vanliga hevur starvstíðin eisini verið í Danmark, men royndin við at lata Lisu arbeiða á røntgendeildini í Havn er tann fyrsta [...] fyrsta. Og bæði í Havn og í Danmark eru tey vælnøgd. Leiðandi radiograflærarin Randi Brinckmann hevur gjørt vart við, at í Danmark eru tey so væl nøgd við starvstíðina hjá Lisu, at tey ynskja at hetta samstarvið
ur ella heglingur. Týsnáttina snarar hann í landnyrðing og norðan og veksur vindin upp í strúk. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Upp í hvassan vind av landnyrðingi og norði, men [...] ella heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst sunnanfyri Hvarvið fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið haðani fór um Føroyar fríggjadagin. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst tekur seg upp vestanfyri [...] vestanfyri Írland og fer yvir Føroyum í vikuskiftinum og hevur regn og æling við sær. Týsdagin fer eitt annað lágtrýst framvið Føroyum sunnanfyri og hevur kalda høgætt við sær.
000 kunnu so hóskandi nú hugsavna seg um at stuðla føroysku kvinnunum í EM-endaspælinum í Basel í Sveis síðst í november og fyrst í desember. Ungarn og Eysturríki eru hini vertslondini til EM-endaspælið [...] Nú er endaliga staðfest, at føroyska manslandsliðið í hondbólti ikki sleppur til HM-endaspælið í Kroatia, Noreg og Danmark í januar komandi ár. Altjóða hondbóltssambandið, IHF hevur valt at geva USA - [...] inum í 2028 - og Sveis tey bæði Wildcard´ini. Føroyska manslandsliðið kann nú hugsavna seg um at fyrireika seg til komandi EM-undankappingina. Sveisiski landsliðsvenjarin, Andy Schmid slóg fast í sveisiskum
Í sambandi við at Ísland og Føroyar síðst í hesum mánaðinum fara at skriva undir ein fríhandilssáttmála í Føroyum, verður skipað fyri einari ráðstevnu, har íslendsk embætisfólk og poltiskir ráðgevar fara [...] verður í Norðurlandahúsinum og í útvarpshøllini. Tann fyrra dagin fara íslendingar í høvuðsheitinum at greiða frá teirra uttanríkispolitikki og samstarvi við onnur lond. Somuleiðis verður tað í hesum sambandi [...] sjálvur í Føroyum hesar dagarnar, tí hann skal vegna íslendsku stjórnina undirskriva fríhandilssáttmálan millum Føroyar og Ísland saman við Jóannes Eidesgaard, løgmanni. Seinna dagin verður ráðstevnan í Út
rættuliga óvart, at Berg Motors í Havn ikki longur hevur Mazdaumboðið í Føroyum. Í tíðindaskrivi sigur Berg Motors, at fleiri broytingar eru farnar fram á bilamarknaðinum í Evropa, eitt nú tað, at Ford hevur [...] hevur fingið so stóra ávirkan á leiðsluna í Mazda International. Hetta hevur havt við sær, at í Føroyum skal Mazda í framtíðini seljast av einum umboð undir danska Ford/Mazda innflytaranum. Tí kann beinleiðis [...] kundarnar, er avtalað við Eyðbjørn Hansen, at hann skal upplæra starvsfólk hjá Berg Motors og í eina tíð vera við í umvælingunum og servisering av Suzuki-bilunum, sigur Berg Motors. Berg Motors leggur eisini
Løgmaður gjørdi í løgmansrøðuni greitt, at tað verða ikki metingarnar hjá fiskifrøðingunum einsamallar, sum koma at gera av, hvussu fiskiskapurin undir Føroyum verður skipaður. ? Hjá Føroyum er fiskivinnan [...] fyrivarnsregluna, segði Anfinn Kallsberg í tinginum á ólavsøku. Sum best í longdini Løgmaður legði dent á, at tað eru føroyingar, sum hava ábyrgdina av tilfeinginum í sjónum kring oyggjarnar, og at tað eigur [...] farið varisliga fram í umsitingini av hesum tilfeingi. ? Fiskatilfeingið skal umsitast og troytast øllum samfelagnum at frama. Eitt av høvuðsstevnumiðunum í umsitingini av fiskastovnunum í føroyskum sjógvi
in, Brandur Enni, skal í dag, leygardag, hava konsert á Broadway í Reykjavík í Íslandi. Har fer hann á pall saman við íslendsku Jóhonnu Gúðrun, sum eisini hevur vitjað í Føroyum. ? Áhugin fyri Brandi vísir [...] Friends« verður eisini útgivin í Íslandi í dag, og verður hon væntandi at fáa í Føroyum um eina viku. Tann 19. februar verður »Waiting in the Moonlight« givin út sum stakfløga í Danmark, og tann 13. mars kemur [...] við frá danska blaðnum BT, sum skal fylgja við á konsertini. Myndatxt: Brandur Enni verður í dag at síggja í Íslandi. Har skal hann hava konsert á Broadway saman við Jóhonnu Gúðrun
her á landi. 39 fyrilestrar eru prentaðir í bókini. Teir vóru allir hildnir á stóru orðabókaráðstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum í døgunum 21.-25. august 2001. Fýra av hesum fyrilestrum [...] síður og kostar 200 krónur. Orðabókaráðstevnan, ið hildin varð í Føroyum, er tann sætta í røðini. Alt byrjaði við einari ráðstevnu í Oslo í 1991, tá norðurlendskt felag fyri orðabókagerð varð stovnað. Endamál [...] fyrilestur um arbeiði sítt. Jógvan í Lon kallaði sín fyrilestur »Leksikografi og terminologi ? to sider af samme sag?«. Johnny Thomsen og Ulf Timmermann, sum hvør í sínum lagi arbeiða við ávikavist eini
Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av norði við onkrum vátakava- ella kavaæli. Okkurt skifti upp í hvassan vind. Hósnáttina turt í veðrinum og vindurin minkar og lækkar niður í vestan. Hitin millum [...] upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi. Skýggjað og regn ella vátakavi við hita millum 2 og 5 stig. Út á dagin slítur í, men møguliga okkurt vátaslettingsæli og vindurin veksur eitt skifti upp í skrið [...] hitin nakað. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Føroyum og Skotlandi viknar og fer spakuliga suðureftir. Eitt lágtrýst norðan fyri Ísland fer móti Lofoten og dýpist og ein kuldabrúgv kemur framvið Føroyum norðaneftir
screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólkinum 50-69 ár. ? Landsstýrismaðurin segði seg tá kanna, um og undir hvørjum formi hetta átti at verið sett í verk í Føroyum. Viðvíkjandi fakligum førleika og [...] kanningar eiga at setast í verk í Føroyum. Tó vísir hon á, sum rímiligt er, at málið má fyrireikast, og at arbeitt varð við hesum innan heilsuverkið, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingunum. Útgerð Og [...] ÓLAVUR Í BEITI Í januar 99 spurdi Katrin Dahl Jakobsen landsstýrismannin um bróstkanningar. Í svarinum frá Helenu Dam á Neystabø varð tá greitt frá, at eftirlitsmyndugleikin hjá føroyska heilsuverkinum