BÓKAÚTGÁVA
Nú kunnu føroyskir orðabókafrøðingar frøast, tí ein nýggj bók um orðabókafrøði og orðabókagerð er útkomin her á landi.
39 fyrilestrar eru prentaðir í bókini. Teir vóru allir hildnir á stóru orðabókaráðstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum í døgunum 21.-25. august 2001.
Fýra av hesum fyrilestrum nomu við Føroyar. Italumaðurin Gianfranco Contri, ið eina tíð hevur fingist við at gera eina føroyska-italska orðabók, helt fyrilestur um arbeiði sítt.
Jógvan í Lon kallaði sín fyrilestur »Leksikografi og terminologi ? to sider af samme sag?«. Johnny Thomsen og Ulf Timmermann, sum hvør í sínum lagi arbeiða við ávikavist eini russiskari-føroyskari og einari føroyskari-týskari orðabók, hildu eisini hvør sín fyrilestur.
Bókina við fyrilestrum hava Zakarias S. Hansen og Anfinnur Johansen á Føroyamálsdeildini ritstjórnað. Hestprent hevur prentað. Bókin telur 418 síður og kostar 200 krónur.
Orðabókaráðstevnan, ið hildin varð í Føroyum, er tann sætta í røðini. Alt byrjaði við einari ráðstevnu í Oslo í 1991, tá norðurlendskt felag fyri orðabókagerð varð stovnað. Endamál felagsins er at fremja verkligt og vísindaligt orðabókastarv í Norðurlondum og at menna norðurlendskt orðabókasamstarv. Øll, ið hava áhuga fyri orðabókamálum, kunnu gerast limir.










