Íslendingar greiða frá um einskiljingar

Síðst í hesum mánaðinum koma íslendskir politikarar og embætismenn á vitjan í Føroyum, har teir millum annað fara at greiða føroyingum frá einskiljingum í Íslandi.

Í sambandi við at Ísland og Føroyar síðst í hesum mánaðinum fara at skriva undir ein fríhandilssáttmála í Føroyum, verður skipað fyri einari ráðstevnu, har íslendsk embætisfólk og poltiskir ráðgevar fara at greiða frá, hvussu íslendingar løgdu til rættis einskiljingar av almennum íslendskum fyritøkum.

Eisini mentan á skránni
Ráðstevnan verður mikudagin 31. august og hósdagin 1. septembur, og hon verður í Norðurlandahúsinum og í útvarpshøllini. Tann fyrra dagin fara íslendingar í høvuðsheitinum at greiða frá teirra uttanríkispolitikki og samstarvi við onnur lond. Somuleiðis verður tað í hesum sambandi, at greitt verður frá íslendsku einskiljingunum.
Hendan dagin er ráðstevnan í Norðurlandahúsinum, og tað verða nærmastu politisku ráðgevararnir hjá íslendska uttanríkismálaráðharranum, Davið Oddsyni, ið fara at greiða frá. Íslendski uttanríkismálaráðharrin verður sjálvur í Føroyum hesar dagarnar, tí hann skal vegna íslendsku stjórnina undirskriva fríhandilssáttmálan millum Føroyar og Ísland saman við Jóannes Eidesgaard, løgmanni.
Seinna dagin verður ráðstevnan í Útvarpshøllini, og tá fara íslendsk embætisfólk at greiða frá, hvussu arbeitt verður við at menna íslendska mentanarlívið bæði í Íslandi og uttanlands. Íslendskt mentanarlív er ógvuliga ríkt, og tað er einki dulsmál, at íslendingar veruliga hava gjørt vart við seg á altjóða pallinum við fleiri stórum nøvnum innan nógvar ymiskar listargreinar.