Løgmaður gjørdi í løgmansrøðuni greitt, at tað verða ikki metingarnar hjá fiskifrøðingunum einsamallar, sum koma at gera av, hvussu fiskiskapurin undir Føroyum verður skipaður.
? Hjá Føroyum er fiskivinnan so stórur partur av búskapinum, at fyrivarnsreglan í fiskiskapinum ikki bert kann virka eftir lívfrøðiligum metinum.
? Samfelagsbúskapurin er so viðbrekin, og tí mugu broytingar ikki vera ov stórar. Samfelagslig og lívfrøðilig fyrivarni eiga tí at virka saman, tá tosað verður um fyrivarnsregluna, segði Anfinn Kallsberg í tinginum á ólavsøku.
Sum best í longdini
Løgmaður legði dent á, at tað eru føroyingar, sum hava ábyrgdina av tilfeinginum í sjónum kring oyggjarnar, og at tað eigur at verða farið varisliga fram í umsitingini av hesum tilfeingi.
? Fiskatilfeingið skal umsitast og troytast øllum samfelagnum at frama. Eitt av høvuðsstevnumiðunum í umsitingini av fiskastovnunum í føroyskum sjógvi er at tryggja, at teir verða gagnnýttir skynsamt, segði Anfinn Kallsberg í røðu síni.
Hann segði eisini, at fiskastovnarnir skulu gagnnýtast eftir tilmæltum fiskidøgum, so teir í longdini geva sum mest til samfelagið.
? Hildið verður fast um fiskidagaskipanina sum høvuðsamboð í stýringini av fiskiskapinum, og málið er, at allir skipabólkar koma undir dagaskipanina.