stólar í flokshølunum standa tómir, og vit verða hvønn dag mint á hesa døpru hending. Vit mistu vinir og floksfelagar okkara. Burtur eru teir, og vit gráta, og tá skulu vit minnast, at tárini eru lekjandi. Við [...] vita skulu tit, at vit hugsa nógv um tykkum og tað, tit hava mist. Takk fyri tíðina, okkum untist at sleppa at vera saman við Martini og Teiti. Saknið tungan harmin vekur, at so dátt vit mistu teg, Harrin [...] varð lagdur í tær, tá tær vórðu tilevnaðar. Martin og Teitur vóru góðir vinmenn, vóru nógv saman í skúlanum og eisini eftir skúlatíð. Av lyndi vóru teir ógvuliga ymiskir. Martin minnast vit sum tann stilla
minnist, hvussu glað hon var, tá ið eg spurdi hana, um hon vildi verða gumma at dóttir mínari Bjørt. Ikki visti eg tá, at hon skuldi burtur her av foldum bert góðan mánað seinni. Vit fingu eitt stutt tíðarskeið [...] fáa vit okkara ásettu tíð á fold, summi longri, og onnur styttri. Hetta seinra fekk mín góða vinkona Synnøve. Sjálvt um tað ikki er so lætt at festa nøkur orð á blað so fari eg at royna kortini. Vit komu [...] komu at kennast sum smágentur í Árnafirði, og hava alla tíðina síðani havt samband okkara millum. Hon gekk eitt tíðarskeið á Húsarhaldsskúla í Klaksvík, og flutti seinni norður higar, saman við systir sínari
at menniskjað er ein ævigur skapningur, at vit hava ein ævigan anda, ið ongantíð doyr. Bert við at seta álitið á Jesus eiga vit ævigt lív í Himlinum, og mugu vit sjálvi velja. Tøkk fái Gud, at bæði Høgni [...] Abbi var sera glaður, tá ið tit fýra í Marinargøtu 14 komu á vitjan hjá okkum. Terji dámdi sera væl at syngja, og sang hann ofta fyri abba sínum, tí hetta dámdi honum so væl. Ein dag vit tosaðu um abba, ið [...] skilagóður, bert 6 ára gamal var tú greiðir yvir, at menniskju hava likam og sál. Tú var sorgarbundin, tí tú ikki hevði sagt abba ordiliga farvæl. Tá so omma vildi troysta og segði fyri tær, at deyða likamið
dagurin, vit seinast koma at gloyma. Boðini um, at tú góði Jan, vart farin frá okkum vóru so óverulig, at vit enn ikki hava fatað tað heilt. Tú vart nakað heilt fyri teg sjálvan, og tað halda vit, at nógv [...] epilepsi. Tú hevur brúkt nógv av tínari tíð á sjúkrahúsi, bæði her í Føroyum og í Danmark. Ongantíð hava vit kent ein persón, sum var líka tolin og fysiskt sterkur, sum tú, góði Jan. Tú ynskti altíð at blíva [...] trúgvi ikki, at tað var eitt mansbarn, sum iki visti hvør Jan var. Hetta kundi ein eisini staðfesta, tá ein fylgdi tær ta seinastu ferðina - umleið eini 500 fólk. Øll vóru góð við teg, tí tú vart góður við
avgreiðast, so tey kundu leggjast til viks sum loyst. “So fingu vit tað uppá pláss”, plagdi hann at taka til, tá okkurt mál var avgreitt. Vit komu at samstarva í nevndini í Felagnum fyri hoyribrekað, og tey [...] einsamøll eftir. Felagið fyri Hoyribrekað hevur mist ein góðan vin. Vit, ið varða av hesum felag, hava mist ein góðan samstarvsfelaga, sum vit fara at minnast í takksemi og eisini við einum smíli við minni [...] eyðkenna høgtíðina, verða beind burtur og vit eru í tí myrka og mangan baldruta januar, har summarið sýnist at vera langt burtur. Uppaftur daprari gjørdist dagurin, tá deyðsboðini bórust um, at Regin Havn Rasmussen
hon var ónøgd, tað veri seg bæði her heima og uttanlands. Hon var eisini klár til at vísa sína nøgd, tá hon helt, at onkur gjørdi ella segði okkurt, hon helt vera rætt. Mong munu hava fingið eina heilsan [...] Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri at vitja familjuna. Maðurin var tá leyslatin. Hann doyði nøkur fá ár seinni [...] seinni. Amnesty International hevði aðalfund í Suðurafrika í 1997. Tá fóru vit sum luttóku á fundinum fyri Føroyar við heilsan frá Anette. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið. Øll familjan var samankomin, konan
Tað eru løtur í lívinum, tá vit noyðast at steðga á, líta aftur um bak og meta um, hvat vit veruliga hava fingið burtur úr lívinum. Her verður ikki hugsað um góðs og fæ, men um tey virði, sum ikki kunnu [...] slík løta kom tann dagin, tá vit frættu, at Ann var farin. Hon hevði verið sjúk nøkur ár, men deyðin kom kortini so brádliga, so óvæntað ? Ann vaks upp við Tinghúsvegin í Havn. Vit gingu allar í sama skúla [...] okkum saman. Vit gjørdu eisini fimleik í Havnar Fimleikafelag og vóru við til »uppvísing«, eins og nógvar myndir vísa. Sagt í stuttum, so høvdu vit eina góða ungdómstíð. Í realskúlanum gingu vit í sama flokki
Tá ið eldri sonurin og eg fóru út at geva okkara langommu og ommu á Selheyggi jólapakka í fjør, tóku vit hesa myndina. Ikki visti eg tá, at hetta skuldi blíva seinasta myndin, eg tók av míni kæru ommu [...] hvussu kedd hon varð, tá ið hann einaferð varð hóttur, men gleðin var stór, tá ið hann aftur kom í skránna, tí hjá eldri fólki eru góðar rutinur í gerandisdegnum av størri týdningi, enn vit ofta geva okkum far [...] Børnini gingu tá í skúla annan hvønn dag og høvdu stóra virðing fyri skúla, foreldrum og lærara. Læraran, Jóhan Kalsoy, umtalaði omma mangan við føgrum orðum. Helst man hann eisini hava verið ein góður
Serliga skutu vit nógvar harur í Fýramarkahaganum, har vit sluppu at skjóta ákkurát tá vit tímdu at fara. Og har vóru teir flestu harutúrarnir, sum vit vóru, eisini. Fyrsti haruhagin vit keyptu/leigaðu [...] eisini nógv harur saman, tá ið tú fekk aldur at bera byrsu. Tað er serliga ein dagur eg minnist væl. Vit vóru við sum berarar. Tað var tá vit fóru við pápa yvir á Gjóvadali. Vit fóru frá morgunstundini [...] bera, tí vit fingu aðruhvørja haru sum pápi skjeyt. Dagurin fór at halla, skýmingin var komin, og eg minnist at vit tosaðu um at vit máttu fáa eina haru aftrat, tí so høvdu líka nógvar at bera. Vit gingu
hvør hann var. Skemtingarsamur sum Kurt var, svaraði hann: "Vit hava verið saman til skips, og tá var tú í buksunum hjá mær." Tá tað var sagt, tá visti Bethuel, hvør maðurin var, og teir fingu eitt gott prát [...] royndi at finna, og fann ofta svarið. Vit sigldu saman fyrst frá februar 76 til septembur 78, tá vit fóru á hvør sítt hold, og síðan bert vóru onkrar túrar saman, til vit fyrst í 90 árunum komu aftur at sigla [...] Fuglafjarðar í 1966, tá hann giftist við Annefíu Johannesen. Tey fingu 6 børn, fýra synir og tvær døtur. Fyrstu ferð eg mynstraði sum stýrimaður, var við "Kappanum" í desembur 1971. Tá kom eg umborð sum 2