staðurin meira um París enn um Keypmannahavn, ein sannroynd, ið sjálvsagt kann førast aftur til, at hann fyri øld síðani var høvuðsstaður í einum ríki við o.u. 54 milliónum av íbúgvum. Sorgin um missin, tað [...] samstundis takast sum tekin um, at týsk mentan hevur livað Saurons øld av, og at ein tíð er komin, tá sangir aftur kunnu syngjast hesumegin mannaættina? Aftur komi eg at hugsa um Emmanuel Todd, sum seinast [...] egnu fortíð: landið við møguleikum fyri øll, sum Tocqueville lýsti í 1830-unum. Nú tað snýr seg um lond og um umdømi teirra, rennur mær í huga, at Eysturríki ofta sæst fáa ringt skoðsmál, eitt nú í seinasta
sunnudagin av alstórum týdningi hjá báðum liðunum. NSÍ kann, um tingini laga seg eftir teirra høvdi, fáa EB/Streym aftur, og HB spælir fyri møguleikanum um at yvirhála NSÍ, soleiðis at teir kunnu vera liðið, ið [...] i, sær tað heilt gott út hjá vespunum. Jákup á Borg leikbannaður Einasti maðurin hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum má melda pass sunnudagin, er Jákup á Borg. Hann fekk fimta gula kortið í ár í dystinum móti [...] hevur NSÌ tó fingið ein fínan avloysara. Karsten Joensen skal verja NSÍ-málið, og í Runavík fegnast tey um at hava fingið so frægan mann inn fyri Jens Martin Knudsen. Annars eru allir mans tøkir. Ongin skaði
við Klæmint A. Olsen og Heidi Sevdal. Um søguliga málmetið sum hann tók frá Jákupi á Borg á ólavsøku sigur Klæmint A. Olsen, at hann gongur ikki runt og hugsar um metið. Tað er nakað sum kann bíða til [...] fótbólt á hægsta støði. Tá kann reypast. Heidi Sevdal sum skifti frá EB/Streymi/Skála er sera fegin um at spæla við HB, og hann ætlar at taka enn eitt tørn við HB komandi kappingarár.
ikki verða talan um handilsliga umsetiligheit. Tvs, at bátar, sum mangla dagar, skulu fáa dagar fyri einki. Útrórðarmenn ræðast Chris Jan Michelsen sigur, at serliga í bólki fýra leypa nógvir dagar av hjá [...] verðuyr førdur íløtuni. Tað, sum er í ferð við at henda, er, at lógin um vinnuligan fiskiskap verður meiri og meiri útholað. Í lógini um vinnuligan fiskiskap er eitt púra greitt býtið ásett fyri, hvussu [...] útróðrarbátar. Umboðsnevndin í Meginfelag Útróðrarmanna hevði fund sunnudagin at viðgera spurningin um umsetiligheit. Chris Jan Michelsen, formaður í MÚ sigur, at hesin spurningur er serliga áhugaverdur
seg rættuliga vísan í, at Manchester United vinnur seg í hálvfinaluna. Roma er aftanfyri 0-2, og má leypa á frá fyrsta bríksli. Júst hetta fær Alex Ferguson at kenna seg rættuliga tryggan: ?Hetta er tann [...] hevur ikki klokkuna við sær, og teir mugu gera okkurt fyri at hava ein møguleika at koma víðari. Og leypa teir á, so passar tað okkum ógvuliga væl, tí vit eru sera stinnir tá tað kemur til mótálop. Vónandi [...] tað óivað Barcelona vit skulu leika ímóti í hálvfinaluni. Tað verður sjálvandi torført, tí talan er um ein stórt fótbóltsfelag, og eitt ógvuliga gott fótbóltslið.? Sigur Alex Ferguson.
heldur, at talan kann gerast um eina fullkomna hálvfinalu millum tvey framsøkin lið. Ferguson væntar, at Arsenal vera álopssinnaðir sum altíð. Tí spælir Ferguson við tankanum, um at lata Wayne Rooney, Christiano [...] leygardagin, hevur venjarin, Alex Ferguson trupuleikar við at seta liðið til dystin í kvøld. Sjálvt um Ferguson ikki vil fáa eitt mál ímóti sær í kvøld, so hevur hann hug at spæla øll síni álopskort í kvøld
steðgaði skipið. BBC sigur, at ferjan legði seg á liðina, og at yvirmenninir góvu ferðafólkunum boð um at leypa í havið. Tey flestu ferðafólkini vóru skúlanæmingar, sum skuldu eina ferð til oynna Jeju, men
tónleikarar afturat mær. So eg kann ikki bara leypa avstað, tá telefonin ringir. Mín avtala við Tutl Touring hevur tískil onkrar avmarkingar, men vit tosaðu um alt hetta, áðrenn eg skrivaði undir, so eg veit [...] vita, hvussu aftursvarið verður frá umboðsstovum og útgávufeløgum. Hann heldur, at átakið er eitt ógvuliga gott initiativ, men fyri tað um Christian Buhl er við uppá hetta og sær potentiali í tónleikinum [...] Mikael Blak, bassleikari í 200. - Vónin er altíð um at spæla á feitum spælistøðum og festivalum. Tað eru onkrir festivalar, ið vit hava hugsað nógv um at sloppi á. Kanska serliga í Hollandi og Týsklandi
Eingin søga um, hvussu ferðavinnan hevur fingið tjóðina á føtur aftur eftir kreppuna skjótari enn nakað annað land. Eingin søga um, at ferðafólkini skapa eina rúgvu av arbeiðsplássum. Eingin søga um, at vi [...] øðrum lagi eru - um ikki allir - so sera nógvir íslendingar fegnir um ferðavinnuna. Og tað eru teir, hóast henda vinnan er øgiliga nógva ferðir størri enn ferðavinnan hjá okkum. Her er fram um alt ein stórur [...] Til uppáhaldið um at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, er tað at siga, at vit á ongan hátt eru nær hámarkinum fyri, hvussu nógv fólk landið er ført fyri at bera. Og lat ongan iva vera um, at tað er rætt
Bilarnir koyra skjótt og vit, sum skulu tvørtur um landsvegin við børnum, stúra mangan fyri hesum. Hon sigur, hóast bøtt er um møguleikarnar at fara tvørtur um landsvegin við Gøtugjógv, er ikki líkt til, at [...] sigur, at tey eru ógvuliga fegin um telduna, tey hava fingið. - Hetta er eitt óført amboð, sum er hent í menningini av børnum við breki. Talupedagogar eru her einaferð um vikuna, og síðan kunnu børnini mennast [...] menninigini av børnum við breki. Tað var fyri at "markera" hesa stórfingnu gávu og at kunna børnini um endurskyn, at vit tóku stig til hetta tiltak. Soleiðis greiðir Torgerð Hansen, leiðari á Dagstovninum