Myndugleikarnir siga, at tvey fólk eru funnin deyð, 368 eru bjargað, og at leitað verður eftir øðrum 107. Suðurkoreanska sjóverjan ber ótta fyri, at nógv av teimum saknaðu eru inni í skipinum.
Ferjan var á veg frá býnum Incheon á vesturstrondini til oynna Jeju, tá hon fekk trupulleikar stutt frá oynni. Tey bjargaðu hava greitt frá, at tey hoyrdu eitt buldur, og so steðgaði skipið. BBC sigur, at ferjan legði seg á liðina, og at yvirmenninir góvu ferðafólkunum boð um at leypa í havið.
Tey flestu ferðafólkini vóru skúlanæmingar, sum skuldu eina ferð til oynna Jeju, men sambært suðurkoreanska sjónvarpinum YTN eru allir næmingarnir og teirra lærarar bjargaðir.










