Ferguson kennir seg tryggan

Í kvøld kl. 19.45 leika Manchester United og italsku Roma seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini. United vann dystin í Roma 2-0, og venjarin, Alex Ferguson kennir seg rættuliga vísan í, at Manchester United vinnur seg í hálvfinaluna. Roma er aftanfyri 0-2, og má leypa á frá fyrsta bríksli. Júst hetta fær Alex Ferguson at kenna seg rættuliga tryggan: ?Hetta er tann besti møguleikin vit hava havt at koma í Champions League-hálvfinaluna í longri tíð. Roma hevur ikki klokkuna við sær, og teir mugu gera okkurt fyri at hava ein møguleika at koma víðari. Og leypa teir á, so passar tað okkum ógvuliga væl, tí vit eru sera stinnir tá tað kemur til mótálop. Vónandi fara vit at leika so væl, at vit kunnu vinna okkum í finaluna. Sleppa vit skalaðir gjøgnum dystin ímóti Roma verður tað óivað Barcelona vit skulu leika ímóti í hálvfinaluni. Tað verður sjálvandi torført, tí talan er um ein stórt fótbóltsfelag, og eitt ógvuliga gott fótbóltslið.? Sigur Alex Ferguson.