Ferðslutiltak fyri børn á Kambsdali

Kiwanis í Havn hevur givið børnunum í Gøtu kommunu 90 vestar við endurskini og eina farteldu, sum skal nýtast í menningini av børnum við breki

Ferðslutiltak

Hósdagin, 2. oktober, varð skipað fyri ferðslutiltaki í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Tað var Ráðið fyri Ferðslutrygd, Dagstovnurin og dagrøktin í Gøtu kommunu, sum skipaðu fyri tiltakinum, ið vardi frá kl. 17.30-19.30 hendan dagin.
- Tíðliga í summar fingu børnini í Gøtu eina stórfingna gávu frá Kiwanis í Havn. Vit fingu 90 vestar við endurskyni og eina farteldu, sum serliga verður brúkt í menninigini av børnum við breki. Tað var fyri at "markera" hesa stórfingnu gávu og at kunna børnini um endurskyn, at vit tóku stig til hetta tiltak.
Soleiðis greiðir Torgerð Hansen, leiðari á Dagstovninum í Gøtu frá.

Størri tryggleiki

Í Dagstovninum við Gøtugjógv eru 76 pláss og í dagrøktarskipanini eru 15.
Tað er dagstovnurin, ið tekur sær av at ansa vestunum og býta teir út, tá ið teir skulu nýtast.
- Tá ið kvinnurnar, sum hava børn í dagrøkt, fara út at ganga við børnunum, koma tær her eftir vestunum.
Torgerð sigur, at vestarnir við endurskini verða brúktir, tá ið farið verður fram við landsvegunum við børnunum.
- Tað gevur ein nógv størri tryggleika, at børnini eru í vestum, tá ið ferðast verður eftir vegunum. Børn eru "spontan"; tey kunnu finna uppá alt møguligt. Síggja tey ein stein ella eitt hvørt annað úti á vegnum, kunnu tey leypa avstað. Tú ert ongantíð tryggur fram við landsvegnum uttan so, at tú hevur eitt barn í hvørjari hondini. Børn eru nú einaferð soleiðis, sigur hon.

Væleydnað tiltak

Torgerð sigur, at nógv børn, foreldur og arbeiðsfólk á stovninum og í dagrøktini annars vóru við til tiltakið í Ítróttarhøllini á Kambsdali.
- Eg haldi, at tiltakið eydnaðist sera væl. Tað var serliga Hugo Kristiansen, koyrilærari, sum tók sær av undirvísingini, og Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, var eisini við og stuðlaði.
RFF hevði bilin, sum stovnurin eigur, við í Ítróttarhøllini hendan dagin.
- Ljósini vórðu sløkt í høllini, og í vestunum í myrkrinum sóu børnini, hvussu stóran týdning tað hevur at nýta endurskin.
Torgerð sigur, at kunnað varð eisini um, hvønn týdning tað hevur, at børnini ganga í ljósum klæðum í myrkri heldur enn myrkum klæðum.
- Jú, eg haldi, at bæði børn og vaksin lærdu nógv hendan dagin, og vit fingu tað burtur úr, sum vit ætlaðu, sigur hon.

Nógv ferðsla

Leiðarin á Dagstovninum sigur, at rættiliga nógv og tung ferðsla fer eftir landsvegnum við Gøtugjógv.
- Bilarnir koyra skjótt og vit, sum skulu tvørtur um landsvegin við børnum, stúra mangan fyri hesum.
Hon sigur, hóast bøtt er um møguleikarnar at fara tvørtur um landsvegin við Gøtugjógv, er ikki líkt til, at bilførarar vísa nakað serligt fyrilit á økinum.
- Eg haldi ikki, at ferðin er minkað, hóast yvirgongdin er gjørd týðiligari við frámerkingum og ljósum.
Torgerð sigur, at tungir bilar, sum skulu niðan brekkuna á Gøtueið, líkasum fáa sær ferð niðri á slættanum, og tá kann ferðin stundum gerast rættiliga nógv.
- Áður var løgreglan javnan her á leiðini og gjørdi ferðkanningar, men í longri tíð hava vit ikki sæð teir her á landsvegnum.
Men, sum hon tekur til:
- Teir hava eisini onnur vegastrekki at taka sær av.

Góð telda

Torgerð sigur, at tey eru ógvuliga fegin um telduna, tey hava fingið.
- Hetta er eitt óført amboð, sum er hent í menningini av børnum við breki. Talupedagogar eru her einaferð um vikuna, og síðan kunnu børnini mennast við ymiskum telduspølum og øðrum venjingum.
Leiðarin leggur tó dent á, at tað nú heldur ikki er soleiðis, at børnini sita við telduna allan dagin.
- Jú, teldan er ógvuliga hent, tá ið hon verður nýtt sum partur av menningini hjá børnunum. Hon verður ætlandi útbygd uppaftur meira og verður tískil til uppaftur størri nyttu, sum tíðin líður, sigur Torgerð Hansen.