restina av dystinum á aftasta plássi. Hetta kom hann væl frá. Miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist ein annar verjuleikari hjá GÍ, Poul Ennigarð, eisini av vøllinum við skaða eftir eina ordiliga mannfólkatakling [...] til gestirnar. Eitt sera gott mál. Tað vóru ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir í dystinum, men ein tann størsta fingu gøtumenn beint fyri hálvleik, tá ið Henning Jarnskor bleiv spældur leysur við Kaj [...] serliga tí at gøtumenn tóktust at hava fingið nøkur borgarlig orð frá venjaranum í hálvleikinum. Tá ið ein knappur tími var leiktur av dystinum, fingu gøtumenn eitt uppiborið útjavnandi mál. Eitt GÍ-fríspark
skapa profilar og so kanska fáa onkrar góðar spælarar úti frá afturat, sigur Gunnar Mohr og vísir á, at burturúr góða unglingaliðnum, sum vann FM í 1992, 1993 og 1994 er bara ein spælari á 1. liðið hjá [...] HB er á aldukambinum í løtuni ? bæði so og so. Sunnudagin var ein rúgva av havnarfólki í Gøtu, og tey fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir [...] fyri at gerast partaeigari, og tað er hugaligt, tí tað kostar at reka ungdómsarbeiðið og 1. lið, veit ein glaður og spentur HB formaður at siga. Hann vil ikki taka ímóti, tá vit royna at ynskja honum tillukku
Aleksander Radosavlovic, sum fekk ein langan bólt stungnan fram undan lotinum og megnaði at renna frá aftasta verjumanninum hjá Sumba. Miðvallarin Einar Petersen fekk ein veldugan møguleika, sum ? um hann [...] neyvt, og stútarin frá spælandi venjaranum, sum var ein av stuðlunum á miðvøllinum, var, sum hann skuldi vera. Tvørámenn fingu sum vátan vøtt, og tað gekk ein løta, áðrenn teir komu fyri seg aftur. Hesum gjørdi [...] borði, bara ein minutt eftir útjavnandi málið var sendur av vøllinum, eftir at hann hevði fingið annað gula kortið. Talan var á ongan hátt um ljóta og ófantaliga uppgerð, soleiðis sum tað kanska kundi roknast
trý mál eftir enn ein ripost frá NSÍ-málverjanum. KÍ hevði fingið eina greiða leiðslu tíðliga í dystinum og hevði tamarhald á støðuni, men heimaliðið hevði eisini sínar kjansir. Ein av hesum kom tíggju [...] Hansen, ið er ein av fleiri, sum eru komnar úr grannunum B68, minkaði um munin til 1-3. Men KÍ-liðið hevur spælt væl síðani kappingin fór í gongd aftur aftan á summarsteðgin. Hóast tær fingu ein leikara riknan [...] Í seinna hálvleiki hevði KÍ mesta spælið, men NSÍ hevði eins nógvar kjansir og gestirnir. Men Rannvá Andreasen spældi við KÍ. Skála gav B36 ein hvøkk Hóast KÍ vann í Runavík, er gloppið upp til oddaliðið
Tit settu ein stjóra, men samstundis sigur tú, at hann fær sær meira og meira vald. So vítt eg veit um stjórar, so eru teir settir fyri at hava vald, sum virkisleiðarar. Skuldi pápi kanska spurt Karl [...] »regnskab og orden«. Hetta kom dátt við hjá Karl og hansara líkum. Eg meini ein av kvinnunum í driftsráðnum tók til hetta »um hetta var ein barnagarður«, sum hesir óføru intrigimenn høvdu sett í verk við innkalling [...] hvussu góðar hesar løtur vóru. Men tá ið eg læs Sosialin frá 20. august, kom ein ískaldur gjóstur ígjøgnum meg. Tað var sum ein ringur dreymur vaknaði uppaftur og sólin hvarv og óndskapsins andi legði sín
millum manna. Sjálv byrjanin var góð, og tað hoyrdist týðuliga, at her er talan um ein sera góðan sangara, og ikki minst ein góðan sangskrivara. Sangir hansara handlaðu allir um sera viðkomandi viðurskifti [...] um hvør Regin er, tí flestu okkara kenna hann, kanska serliga frá hansara seinastu útgávu »Writing you a song«, sum hevur fingið sera góða móttøku, kanska serliga millum tey ungu. Regin hevur megnað at [...] føroyskari luttøku, og allur innkomni peningurin fór til at hjálpa neyðstøddum á Filipsoyggjunum. Ein hálvan tíma seinkað kundi konsertin byrja, og tað var ikki sørt at lurtrarnir, einir 500-600 í tali
spurnartekin við tíni evni at døma dystir, har KÍ er annað av liðunum. Tá ein lesur hesar skørpu reglur so kundi ein trú, at hettar var ein óður og fanatiskur KÍ-ari, men so er ikki, eg havi bæði beinini væl [...] Gøtu, so gekk tú berserkaragongd í Runavík og veitraði vilt við reyðum og gulum kortum, bert ein Kí-ari nam við ein NSÍ-ara so at sjálvt NSÍ-viðhaldsfólk runt vøllin ristu við høvdinum og hildu lítið um tína [...] settur at døma, tá KÍ er annað liðið. Skuldi kanska enda við at siga, at hettar er míni persónligu útalisi, og at eg, sum so onki havi við KÍ at gera. Eri bert ein vanligur áskoðari og eiti. Anskar Hansen
Høgni Hoydal hevði sitið í tveir tímar við telefonina á Sosialinum, so kunnu vit staðfesta, at tað kanska ikki var tann heilt stóri áhugin hjá fólki, at seta spurningar, ið viðvíkja tjóðskaparmálinum - hóast [...] máli longur? ? Vit kunnu ikki síggja burtur frá, at nú var hetta høvuðsevnið í valinum, og tað var ein stemningur, sum ikki verður verðandi, sigur Høgni Hoydal, og hann leggur afturat. ? Tann gongdin, vit [...] eina fólkaatkvøðu, um alt verður knívskorið - og føroyska fólkið er tvíbýtt í spurninginum. Tá ger ein fólkaatkvøða meiri skaða enn gagn. Rokni við Javnaðarflokkinum Men tað sum er avgerandi, er tað fy
ALS og Fíggjarmálastýrið. Eisini Framtakgrunnurin og Fiskavirking fáa vitjan av ráðgevandi nevndini, eins og Telefonverkið, SEV og Strandferðslan. Umboð fyri arbeiðsgevarar og fakfeløgini skulu hitta nevndina [...] nevndina, sum eisini fær stundir at vitja Landsstýrið og andstøðuna. Á ferðini verður farið út á bygd at vitja, og í Mikladali fær bygdaráðið vitjan av Ráðgevandi nevndini. Annars er eisini vanligt at skipað
havt felags sum floksfelagar. Í bókini ?Horvnar Havnarmyndir? sigur Martin Næs, at Mourentius ?var ein av høvuðsstuðlunum í Ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn, og eisini her tók hann serstakliga undir [...] mær til, at hann við sangum sínum og løgum hann setti til, brúkti tey hjá arbeiðararørsluni - fekk kanska ljóð fyri dreymahugsjónar-hugsanum sínum. Vil onkur kunna seg meira, so eru nógvir av sangunum hjá [...] vási fór Merkið í húna hátt við signalfløggum. Hetta var í teirri tíðini, tá tað, at siga tílíkt um ein sum Kvíkstummas var djarvt sagt, tí hann var trolaraskipari og loysingarmaður. Mourentius gjørdi lítið