Høgni Hoydal: Allir flokkar mugu vera við

? Er endamálið hjá Javnaðarflokkinum við eini sjálvstýrislóg at fáa fult sjálvstýri, so er ikki so langt ímillum ætlanirnar hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður m. a.

Eftir at Høgni Hoydal hevði sitið í tveir tímar við telefonina á Sosialinum, so kunnu vit staðfesta, at tað kanska ikki var tann heilt stóri áhugin hjá fólki, at seta spurningar, ið viðvíkja tjóðskaparmálinum - hóast hetta var tað málið, sum var mest frammi í valstríðnum.

? Er orsøkin tann, at fólk ikki hava tann stóra áhugan fyri hesum máli longur?

? Vit kunnu ikki síggja burtur frá, at nú var hetta høvuðsevnið í valinum, og tað var ein stemningur, sum ikki verður verðandi, sigur Høgni Hoydal, og hann leggur afturat.

? Tann gongdin, vit eru í nú, er at vísa, at nakað ítøkiligt var í hesum máli, og eg hugsi, at fólk bíða eftir at vita, hvat politikararnir fara at gera, um samgongan í veruleikanum meinar hetta og um Javnaðarflokkurin kann hugsast at koma við í arbeiðið, og um vit í felag kunnu finna eina loysn.


Vóni fólk tosa um málið í kaffipausunum

? Eg haldi eisini, at fólk bíða eftir einum meira ítøkiligum útspæli frá politikarunum, áðrenn tey kunnu seta teir heilt stóru spurningarnar. Hinvegin so vóni eg, at hetta er eitt mál, sum fólk tosa um úti í kaffipausunum, sigur Høgni Hoydal.

? Er tað avgerandi fyri teg, at tú fært Javnaðarflokkin við í arbeiðið - so tað ikki einans vera 18 tingmenn sum samtykkja málið?

? Nú havi eg tosað við andstøðuna um málið - eisini Javnaðarflokkin, og eg haldi at møguleikar eru fyri eini loysn, sum eisini Javnaðarflokkurin kann taka undir við.

? Hvussu avgerandi er tað, at tú fært andstøðuna við?

? Tað er heilt avgerandi. Tí tað er av alstórum týdningi, at vit ikki enda aftur í 1946, har vit hava tveir blokkar. Tað er heldur eingin meining í at hava eina fólkaatkvøðu, um alt verður knívskorið - og føroyska fólkið er tvíbýtt í spurninginum. Tá ger ein fólkaatkvøða meiri skaða enn gagn.


Rokni við Javnaðarflokkinum

Men tað sum er avgerandi, er tað fyrireikingararbeiðið kemur fram so at fólk síggja nakrar búskaparliga framrokningar, og hvussu vit hugsa okkum, at samstarvið verður á teimum ymsu økjunum - ikki fyrr enn tá kunnu fólk taka støðu, heldur Høgni Hoydal.

? Eg rokni við, at Javnaðarflokkurin er við upp á at fáa tað arbeiði sett í gongd, so vit fáa gjørt alt tað stóra fyrireikingararbeiði, sum skal til, fyri at vit kunna viðgera ríkisrættarligu støðuna í álvara.

Høgni Hoydal sigur, at endamálið við at leggja hetta uppskotið fram í tinginum júst var at geva andstøðuni møguleika at vera við í arbeiðinum frá byrjan av.

? Andstøðan sigur tó, at hetta skuldi verið gjørt á onkran annan hátt, men eg dugi ikki at síggja, at tað var nakar annar máti at gera hetta upp á, tí formliga, so kundi landsstýrið bara fara í gongd við arbeiðið og at farið undir samráðingar við danir, men tað haldi eg hevði verið púra skeivt. Tí haldi eg, at tað er rætt nú at fáa eitt politiskt kjak í tinginum, so verður málið viðgjørt í uttanlandsnevndini, og har kunnu vit so vóna tað, at vit finna eina loysn - eisini saman við Javnaðarflokkinum um, hvussu vit fara víðari.


Vil vita, hvat

hann skal gera

Høgni Hoydal heldur, at tá hetta arbeiðið er gjørt, hava vit eitt uppskot við kjøti á - og tá hugsi eg ikki, at tað er so langt ímillum tað, sum samgongan hevur gjørt, og tað sum Javnaðarflokkurin sigur seg vilja, sigur Høgni Hoydal.

? Er endamálið hjá Javnaðarflokkinum við eini sjálvstýrislóg at fáa fult sjálvstýri, so er tað ikki so stórur munur á. Vit hava sagt, at vit vilja hava fult sjálvstýri, og so seta vit gongd á prosessina, meðan Javnaðarflokkurin kanska vil hava eina gongd, sum fer ímóti tí, uttan at hava tikið greiða avgerð um, at teir vilja hava fult sjálvstýri.

? Møguleikarnir eru nógvir, men tað sum eg haldi vera týdningarmikið er, at flokkarnir nú taka støðu til, hvat tað er, teir vilja. Vit kunnu eisini samanbera tað við onnur mál, sum tó ikki hava verið so víðgond, t. d. undirgrundarmálið. Tá samtykti løgtingið, at nú vilja vit yvirtaka undirgrundina, og so fór ein longri prosess í gongd. Men tað er av al stórum týdningi, at tú setir tær málið, hvat tað er tú vilt, tí annars havi eg einki at arbeiða fram ímóti.

? Eg vil vita, um vit vilja hava fult sjálvstýri ella ikki. So finna vit ta praktisku loysnina. Alt málið skal aftur fyri løgtingið og síðan fyri eina fólkaatkvøðu, sigur Høgni Hoydal at enda.