Sjøvold, gjørdi greitt beinanvegin, at hann ætlaði at brúka Julian sum defensivan á miðjuni. ? Tað passar mær fínt at renna afturi á miðjuni og vinna bóltar, sigur Julian. ? Norðmenn spæla pressfótbólt, sum vit [...] altíð at vera onkur, sum hevur onkra keðiliga viðmerking av og á, men tað mást tú bara taka við. Tveir av spælarunum í hópinum eru ikki upp á talufót, men tað er teirra trupulleiki, so leingi tað ikki ávirkar [...] fótbóltsvøllur í vanligari stødd, so liðið kann venja um hesa árstíðina, hóast norski veturin er upp á tað hægsta. Í Umbro Cup vann Kongsvinger 3-1 móti Brann úr Bergen ? her fekk Julian millum annað eitt
stjórin á Fiskasøluni Hans Johannes á Brúgv. Orsøkin til vanlukku-útlitini hjá Fiskasøluni er einføld: Í fjør útflutti fiskasølan 3.500 tons av feskum fløkum á hesi farleið fyri eitt virðið upp á stívliga [...] skarvin yvir. - Ja, vit hava í roynd og veru allatíðina ynskt at fáa tvey skip at røkja hesa leiðina, sigur Hans Johannes á Brúgv. Hann vísir á, at bretski, týski og franski marknaðurin eru treytaðir av, at [...] Milliónir av krónum standa upp á spæl hjá føroysku feskfiskaútflytarunum, nú alt bendir á, at Skipafelagið Føroyar gevur skarvin yvir í sambandi við undirskotsraktu farmasiglingini til Skotlands. ? Fyri
Orsøkin til at Henrik Bjerre-Nielsen skrivaði brævið til Búskaparmálaráðið er, at hann ynskir at fáa greiðu á hvørjum rammum stovnurin skal virkað undir í framtíðini. Hetta verður gjørt fyri, at eingin ivi [...] vit eitt nú kenna í Føroya Banka-málinum, og partarnir verða tí kroystir til at taka skjótar avgerðir á meira røttum grundarlag. Tað hevur sambært donskum fjølmiðlum verið siðvenja, at Fíggjareftirlitið hevur [...] fyri at kanna virðini í roknskapinum, og av teirri orsøk kom tann neyðugi avsetingartørvurin ikki upp á borðið, sjálvt um føroyingar høvdu spurt eftir hesum. Uppfatanin partarnir høvdu av leiklutinum hjá
felagið lat dyrnar upp mánadagin, og nógv fólk hevði verið á vitjan, bæði fyri at teknað tryggingar, men eisini til móttøkuna, fyri at heilsa upp á starvsfólk og leiðslu í felagnum. ? Tað var sera stuttligt [...] móttøka á høvuðsdeildini hjá felagnum. Nógv fólk vitjaðu, og tað er stjórin sera glaður fyri. ? Eg eri sera glaður fyri, at kappingarneytarnir hjá okkum Tryggingarsambandið Føroyar eisini komu á vitjan [...] vitjan. Tað var gott at fáa heilsa upp á teir. Fyrstu trygging- arnar í 55 ár Tað var í 1943, at einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum varð settur í gildi. Tað eru sostatt 55 ár síðani Trygd teknaði nýggjar
Fram, sum á stigatalvuni lá eitt stig frammanfyri Mjølnir, men tað tók ikki mótið frá klaksvíkingum. Teir vóru til dystin fús og løgdu trýst á Fram beinanvegin. Fram hevði sera trupult við at fáa servimóttøkurnar [...] onki at gera, og Fram vann settið 15-9. Gongdin helt á í triðja setti, men tá tóku Mjølnir-leikararnir seg um reiggj. Teir otaðu seg spakuliga inn á Fram, og fóru síðani framum. Úrslitið var, at Mjølnir [...] Mjølnir samstundis hevur eina góða og sterka blokadu, so verður eyka trupult hjá mótstøðuliðunum at fáa teir niður við nakkanum. Fyrsta sett endaði 15-11 til Mjølnir. Fram vaknaði Í øðrum setti vaknaðu
Teir royna alt teir kunnu fyri at fáa fatur á Mjølni og Fram, men so skulu dystirnir móti ÍF vinnast. Næstseinasta vikuskifti var kapping í Klaksvík, og tá vísti ÍFb, at teir kunnu geva øllum liðunum í [...] trupulleikar. Tá vunnu teir millum annað á Fleyr. Fleyr-leikararnir høvdu avgjørt, at hetta ikki skuldi endurtaka seg, og teir gjørdu tí tað teir kundu fyri at fáa bukt við ÍF b beinanvegin. Striltið gekk [...] helt trýstið og vann settið og harvið dystin 3-0, Síðsta sett endaði 17-15 til Fleyr. Í hinum dystinum á Kambsdali sunnudagin vann Mjølnir 3-1 móti ÍF a. ÍF a gjørdi ein vørr í triðja settið, men fánaði burtur
stórur á Ólafsfirði, har felagið hoyrir heima. Ólafsfjörður liggur á norðurlandinum, nakað norðan fyri Akureyri, og har búgva bert nøkur fá túsund fólk. Hetta forðaði kortini ikki Leiftri í at enda á 3. plássi [...] ítróttarheiminum sum málmaður á GÍ-liðnum, ið vann føroyameistaraheitið í 1983. Seinni bleiv hann betur kendur sum venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum millum annað vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona [...] ymiskar, sigur hann og sipar m.a. til, at sum venjari hjá einum felag kanst tú fáa spælarar úr øllum pørtum av heiminum á sama lið. Og hetta er eisini sera nógv galdandi í júst Leiftur. Spælarahópurin
Breckamann nýtti annars aftur høvi at klikkja niður á almennu umsitingina og helt, at hon var ov stór, og at tað var eitt høvuðsvandamál. Almenn starvsfólk fáa jú løn fyri ikki at loysa mál, tí loysa tey málini [...] 80.000 kr. fyri hvørt fólki um árið. Og vit fáa ikki so frægt sum givið ein skattalætta uttan at tey hvíttkitlaðu (Sjúkrasystrarnar) stilla seg undir liðina á Ingeborg at mótmæla. Sum um tað eru tey hv [...] og tað hevur ongin enn megnað at víst á, at tað verður. Jákup Joensen segði, at tað er bara ein flokkur, sum stendur fyri ríkisfelagsskapinum. Men skal nakað á sjalvbjargisleið, verður tað sambandsflokkurin
stjórastarvið á Almannastovuni, til greiða fæst á, hvussu økið skal skipast, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen, sum ikki veit, um hann fer at søkja, um ein stjóri møguliga verður settur av nýggjum á Almannastovuni [...] stjórar á Almannastovuni seinastu árini. Tað er kanska ikki so løgið, tí hetta er ikki nakað lættisoppastarv. Tað visti Jóan H. Svabo Samuelsen, tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, heitti á hann [...] hann, um at taka við sum stjóri á Almannastovuni. Kortini umhugsaði Jóan Hendrik bert áheitanina eina løtu, áðrenn hann tók av. Ein orsøk var, at hann áður hevur arbeitt á stovninum, og tí kendi hann st
Tað er ógjørligt at fáa at vita, hvat politisku flokkarnir, løgmaður og arbeiðsbólkurin komu til á fundinum. Úteftir er lok lagt á málið, til endalig, politisk støða verðr tikin til, hvat føroyingar vilja [...] arbeiða fyri at fáa eitt føroyskt felags kvalifiserað útspæl, sigur Marita Petersen, sum samstundis viðgongur, at vandi er fyri, at tíðin gongur, og nú danir tykjast at hava lagt lok á málið. - Higartil