Fleyr hongur í

Flogbóltur, menn. Fleyr roynir at hanga í hølunum á Mjølni nú kappingin líður móti endanum. Teir skulu vinna allar dystirnar sum eftir eru, meðan Mjølnir skal tapa meiri enn ein

Teir royna alt teir kunnu fyri at fáa fatur á Mjølni og Fram, men so skulu dystirnir móti ÍF vinnast.

Næstseinasta vikuskifti var kapping í Klaksvík, og tá vísti ÍFb, at teir kunnu geva øllum liðunum í meistaradeildini trupulleikar. Tá vunnu teir millum annað á Fleyr.

Fleyr-leikararnir høvdu avgjørt, at hetta ikki skuldi endurtaka seg, og teir gjørdu tí tað teir kundu fyri at fáa bukt við ÍF b beinanvegin.

Striltið gekk tó, tí ÍF b fylgdi væl við. Men tað eydnaðist Fleyr at sleppa frá, og teir vunnu settið 15-9.

Gongdin í øðrum settið var tann sama. ÍF b royndi at fylgja við, men orkan gekk undan, og fleiri tilvildarligir feilir snýktu seg inn í spælið.

Annað sett endaði 15-10 til Fleyr.

Í triðja settið var gongdin tann sama. Tað var Fleyr sum átti spælið, men tá setið var hálvrunnið, hevði ÍF fingið strítt seg uppaftur.

Teir royndu at sleppa fram um, men tað gekk teimum ikki eftir vild.

Fleyr helt trýstið og vann settið og harvið dystin 3-0, Síðsta sett endaði 17-15 til Fleyr.

Í hinum dystinum á Kambsdali sunnudagin vann Mjølnir 3-1 móti ÍF a.

ÍF a gjørdi ein vørr í triðja settið, men fánaði burtur aftur í fjórða settið.