nógv at siga í fleiri av teimum amerikonsku suðurstatunum, og tað mugu svartir politikarar mangan sanna. Tann 30. desember varð Gerald Washington funnin deyður í heimbýnum Westlake í statinum Louisiana [...] einki at ivast í, at teir ætlaðu at beina fyri mær. Orsøkin kann vera, at eg eri svartur, og at eg vann á undanmanninum, sigur Ernest Lampkins við tíðindastovuna AP.
Men búskaparfrøðingurin fýlist á, hvussu spurningarnir í kanningini hjá Fynd eru orðaðir. - Spurningarnir tykjast so breiðir og lítið ítøkiligir, at ilt er at meta um virðið á svarinum. Hvat merkir t.d.: [...] viðurkenning fyri Visjón 2015 yvirhøvur er so fræg, endurspeglur ein ávísan flokstrúskap heldur enn sanna undirtøku og viðurkenning, tí sjálv visjónin er ikki nádd almenninginum. Tað metir Hermann Oskarsson [...] greið svar uppá greiðar spurningar, sigur Hermann. Vantandi seriøsitetur Bestu ráðini frá stjóranum á Hagstovuni til teirra, sum vara av visjónini, er at arbeiða meiri í álvara, heldur enn uppá kvamsvís
Skúlabókagrunnurin er nú á veg út á Google. Og føroysk forlagsfólk eru farin at ferðast á bókamessur í Frankfurt, Bologna, Keypmannahavn og aðrastaðni. Alt hetta var neyvan gjørt, var støðan á økinum ikki hampuliga [...] t.d. tá ið M.A.Jacobsensheiðurslønirnar vóru latnar á fyrsta sinni í 1958 – tá, ljóðandi upp á 500 ella 1000,- kr. haldi eg. Seta vit ljóskastaran á okkara egna samfelag, síggja vit skjótt, at tað er heilt [...] hampuliga góð. Men tað er mangt sum týðir upp á, at støðan aðrastaðni á okkara bókamarknaði framvegis er grundað á idealismu í alt ov stóran mun. Eg hugsi í hesum sambandi fyrst og fremst um tey, sum skriva
rætta (sanna), er hetta ikki so fyri eitt samfelag. Eitt samfelag eigur hvørki vón um ella ótta fyri einum øðrum lívi. Tað sum hevur týdning fyri samfelagið er ikki, um borgararnir hava rætta (sanna) trúgv [...] Montesqieu og aðrir meira kendir, men í USA kemst ikki uttan um Tocqueville. Har verður aftur og aftur bent á hann, og valla nøkur setanarrøða hjá nývaldum forseta hevur ikki tilvísing til hansara. Meirilutin ræður [...] nú við og korn úr Evropa. Løgtingsins leiklutur er ikki at ganga undan Alexis de Tocqueville vísir á, at tað er skeivt at halda, at tú við lóg kann skapa eitt nýtt samfelag. Lógirnar verða skrivaðar út
dagsins gerningi. Hon var á veg til arbeiðis á ellisheiminum, og mitt í fyrireikingunum til bindiklubb fyri systrunum, ið skuldi verða kvøldið eftir. Eitt stórt veðratjógv lá og tiðnaði á køksborðinum. Hon vildi [...] Hóast hon var 76 ára gomul, avloysti hon nógv bæði á eldrasambýlinum í Gøtu og á ellisheiminum í Runavík. Trúføst gekk hon saman við Oluf í kirkju á Strondum, har hon eisini sat í kirkjuráðnum í nógv ár [...] ov seint. Um veturin, tá ið tað vóru ring koyrilíkindi, og Fanny skuldi á fleiri vaktir á ellisheim- inum ella til hondarbeiði á Toftum, plagdi hon at gista í Saltnesi. Vit minnast hesi hugnaligu kvøld
legðist hann upp á land í 1957. Í 1962 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla og var lærari á Millum- og realskúlanum í Havn skúlaárið 1962-63. Frá 1963 til 1969 var hann lærari á Føroya Studentaskúla [...] til skips við Austerlitz, sum pápin førdi. Hann sigldi til 1948, tá hann fór at ganga á stýrimansskúla og tók prógv á vári í 1950. Síðan fór hann til Keypmannahavnar, har hann tók skipsføraraprógv í 1950 [...] úla í Hoydølum, umframt at hann var próvdómari á Føroya Sjómansskúla frá 1966-69. Í 1969 fekk hann fekk starv á Føroya Sjómansskúla sum lærari, har hann var varaskúlastjóri í 20 ár, frá 1973 til 1993.
Tað er friður, tá vit koma inn í hølini her á Ovaravegi í bygdini. Alt sær sera jólaligt út innanveggja, og tað er týðiligt hvør høgtíð stendur fyri framman. Á hillunum er jólaprýði at síggja allastaðni [...] eru átta brúkarar á verkhúsinum. Tey eru øll úr oynni, - onkur teirra búgva heima, meðan onnur koma frá sambýlum. Opið er vanliga millum kl. 8:30 til 15:30 og verður dentur lagdur á, at laga virksemið [...] starvsfólk og brúkarar eina sanna innrás av fólki. Tey høvdu í roynd og veru ikki væntað so nógv, fyrst og fremst tí at opið var, meðan fólk var til arbeiðis og nakað út á kvøldið. Ta einu løtuna var rættiliga
dýrabærur førningur á lívsleiðini frameftir. Tað er so nógv, ið bara er farið, nú vit hava mist mammu. Tað er so tómligt at koma norður, nú eingin mamma er. Altíð komu mamma og pápi út á trappuna at taka [...] tríva í, tí nógv var jørðin í húsunum, umframt handil og telefonstøð, so har kom dagliga nógv fólk inn á gólvið. Mamma vaks upp í einum trúgvandi heimi, har kristindómurin var ein natúrligur partur av ger [...] lærdi okkum eisini at leggja alt í Harrans hond, og tað er ein tryggur grundvøllur at byggja lívið á. Mammusa lutur lá ongantið eftir. Hon var sera arbeiðssom, ágrýtin og røsk. Í skúlanum var hon sera
higartil ognað sær 1,5 stig. Jákup á Rógvu Andreasen hevur roynst avbera væl fyri vestmenningar seinastu tvey árini. Í fjør fekk hann 6,5 stig av 7 á FM-liðnum, og aftan á góða sigurin leygardagin ímóti Martini [...] sera jøvn í ár. Havnin 3 tók í vikuskiftinum Vestmanna 2 aftur á stigatalvuni. Bæði liðini vunnu stórsigrar. 3,5-0,5 stórsigurin hjá Havnini 3 á Vestmanna 3 viðførdi, at liðið fekk Vestmanna 2 aftur. VT 2 [...] Talv Tað sum ikki kann standa má falla. Hetta mugu kollfirðingar og vit onnur sanna. Seinastu 2-3 árini hevur ikki staðið væl til í sigursvanda talvfelagnum. Bæði viðvíkjandi manning og úrslitum. Stutt
og droparnir detta ótættir niður á váta asfaltið uttanfyri Allson Hotel í Victoria Street, har vit búgva. Úti á redini ella kanska longri suðuri er torugudurin Tórur á ferð. Himmalin lýsir hvítt bláur [...] hovin, at tað er ikki meira, enn tey ganga niður í skógvarnar. Vit hava verið á ferð síðan klokkan seks fríggjamorgunin, og nú á middegi leygardag eru vit úr Føroyum, umvegis Keypmannahavn og París, endiliga [...] liggi og vendi mær og eri kaldur. 27 stig eru uttanfyri, men vit hava sett kølingina á kamarinum ov lágt, niður á 20 stig, og tað kennist kalt inni. Konan svevur, og eg eri aftur í Singapore. Seks ár