Kjartan Kristiansen
Tó at tað hevur alt at siga fyri eitt menniskja sum einstakling, at hansara trúgv er tann rætta (sanna), er hetta ikki so fyri eitt samfelag. Eitt samfelag eigur hvørki vón um ella ótta fyri einum øðrum lívi. Tað sum hevur týdning fyri samfelagið er ikki, um borgararnir hava rætta (sanna) trúgv, men at teir viðurkenna sær eina trúgv.
(Alexis de Tocqueville)
Alexis de Tocqueville er uttan iva kendasti heimsspekingurin í fólkaræðisligum spurningum. Her í Evropa eru Montesqieu og aðrir meira kendir, men í USA kemst ikki uttan um Tocqueville. Har verður aftur og aftur bent á hann, og valla nøkur setanarrøða hjá nývaldum forseta hevur ikki tilvísing til hansara.
Meirilutin ræður
Kári Petersen syngur so vísiliga í vísuni, Meirilutin ræður:
- Men – gerast fólk klók av at fylkjast í flokk
so vóru vit bæði vísmenn, um vit vóru nokk,
tó málfrøðin mest hevur fávit mítt fest,
um flest merkir best ella barasta flest.
Alexis de Tocqueville óttaðist eisini henda partin av fólkaræðinum og sigur:
Moralski myndugleikin hjá meirilutanum er partvíst grundfestur í hugsanini, at meira vit og vísdómur er savnaður í einum hópi av sameindum fólkum enn í einum einstaklingi, og at talið av lóggevarum hevur størri týdning enn dygdin í teimum.
Hann leggur afturat: at áhugin hjá teimum mongu verður tikin fram um tann hjá teimum fáu.
- men nú tykir mær ráðiligast, at vær latum heldur ikki teir ráða, ið grammastir vilja ganga móti hvørjum øðrum; men latum oss ganga millum partarnar, so hvør teirra fær nakað av sínum framt og allir hava eina lóg og ein sið. Tað man vera satt, at um vær slítum lógina sundur, slítum vær og friðin.
(Torgeir løgsøgumaður í Ara Torgilssonar Íslendingabók í týðing Jákups Bergs)
Eftir hesi orð legði Torgeir fram tað uppskot um semju, sum menn tóku undir við og gjørdi Ísland kristið.
Trúliga gjørdi tað mun, at bannað var tá kristnum at reka handil við heidnar. Meginparturin av Evropa var kristnaður, og tí vóru handilsleiðirnar hjá heidnum íslendingum skerdar; Íslandi tørvaði eitt nú við og korn úr Evropa.
Løgtingsins leiklutur er ikki at ganga undan
Alexis de Tocqueville vísir á, at tað er skeivt at halda, at tú við lóg kann skapa eitt nýtt samfelag. Lógirnar verða skrivaðar út frá tí, sum vit samdust um í gjár, allar undanfarnar gjárdagar. Siðir og siðvenja orða okkara lógir – ikki øvugt.
Tað tekur ofta sína tíð hjá løgtingi og løgtingslimum at hoyra nóg væl, hvønn veg tað ber í siðum og hugburði í samfelagnum, t.e. hjá veljarunum, og líka ofta eru tað minnilutarnir, ið grammastir vilja ganga móti hvørjum øðrum, sum løgtingslimir munu óttast mest, serliga nú upp undir val.