- At undirtøka og viðurkenning fyri Visjón 2015 yvirhøvur er so fræg, endurspeglur ein ávísan flokstrúskap heldur enn sanna undirtøku og viðurkenning, tí sjálv visjónin er ikki nádd almenninginum. Tað metir Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur. Hann hevði ikki væntað øðrvísi svar enn tey, sum veljarakanningin hjá Fynd avdúkar.
Óítøkiligir spurningar
- Undirtøkan fær illa verið størri, tí orðaskiftið um málini fer fram fyri afturlatnum hurðum í nevndum, sum landsstýrið sjálvt hevur sett, og viðgerðin røkkur tí ikki fram til almenningin, metir Hermann Oskarsson. Men búskaparfrøðingurin fýlist á, hvussu spurningarnir í kanningini hjá Fynd eru orðaðir.
- Spurningarnir tykjast so breiðir og lítið ítøkiligir, at ilt er at meta um virðið á svarinum. Hvat merkir t.d.: "Kennir tú teg sum part av . . ."? Av hesi orsøk haldi eg, at svarini í ein mun eru at meta sum tann ókeypis good-will, sum landsstýrið fær fyri visjónstiltakið, heldur enn greið svar uppá greiðar spurningar, sigur Hermann.
Vantandi seriøsitetur
Bestu ráðini frá stjóranum á Hagstovuni til teirra, sum vara av visjónini, er at arbeiða meiri í álvara, heldur enn uppá kvamsvís, sum hann tekur til. Við øðrum orðum hevur Landsstýrið ikki tikið visjónsuppgávuna í nóg stórum álvara.
- At fara undir so stóra byrðu, uttan veruliga at leggja kreftirnar í takið, er antin at lumpa fólk ella at fara óalmindiliga skeivur av, hvussu nógv ið krevst fyri at lyfta so stóra byrðu. Landsstýrið hevur lagt millum lítla og onga orku í visjónstiltakið. Úrslitini, sum komin eru, og tey, sum fara at koma, hava eftir mínum tykki ikki ta góðsku, sum sømir seg fyri eina so týdningarmikla ætlan, sum visjónstiltakið skuldi eitast at vera. Tað, sum eftir fer at standa, er ikki tað, sum tiltakið skuldi eitast at vera. Lítil luft er eftir í ballónini, sigur Hermann Oskarsson.
Sambært Hermanni tørvar visjónini sum heild seriøsitet og innihald, áðrenn borgarin kann taka hana til sín. Áðrenn hon kann gerast “fólksins visjón”, sum løgmaður hevur kallað hana.