Húðaliturin hevur framvegis nógv at siga í fleiri av teimum amerikonsku suðurstatunum, og tað mugu svartir politikarar mangan sanna. Tann 30. desember varð Gerald Washington funnin deyður í heimbýnum Westlake í statinum Louisiana. Tveir dagar seinni skuldi hann taka við sum tann fyrsti svarti borgarstjórin í býnum. Myndugleikarnir siga, at hann framdi sjálvmorð, men tey avvarðandi eru sannførd um, at hann varð fyribeindur.
Í Greenwood, sum eisini er í Louisiana, hevur løgreglan hert eftirlitið uttan fyri húsini hjá borgarstjóranum, Ernest Lampkins, eftir at ókendir menn skutu eftir húsunum í gjár.
-Tað er einki at ivast í, at teir ætlaðu at beina fyri mær. Orsøkin kann vera, at eg eri svartur, og at eg vann á undanmanninum, sigur Ernest Lampkins við tíðindastovuna AP.









