kann eg ikki, sum Columbo, venda við aftur við rætting ella uppískoyti. Tað skrivaða orðið fangar eins og (talv)borðið. Í mínum aftursvari skrivaði eg, at føroyingar als ikki vóru niðurbundnir 6. oktober [...] minsta lagi 1 milliard at verða løgd oman á veruliga virði. Palleba, neyðaradýrið, úrlatin, kann tá kanska fáa eitt sindur at goyma (og gloyma) skommuna við. Men alt hetta, Sonne, ger okkum ikki til fæloysingar [...] farnari tíð at sættast við, sum kundi verið betri ella als ikki gjørt. Tá ið tað kemur hartil, kann ein vóna, at viðføddur proportiónssansur er rímiliga væl fyri og ikki at taka synd í sær sjálvum, so at
pakkaðu seinastu neytafjórðingarnar, nú Alberg hevur gjørt av at selja alt virksemi. - Síðsta vika var ein stór vika hjá okkum. Tá skóru og pakkaðu vit tilsamans 126 neytafjórðingar – eftir arbeiðstíð, sigur [...] har koyrandi er, leggur hann aftrat. Angrar og ikki Vit spurdu eisini Alberg Gaardlykke, um hann kanska fer at angra søluna av virkseminum, sum hann hevur havt seinastu 5 árini. - Tað vildi verið undarligt [...] Haraldsundi og legði nýggju eigarunum lag á, dámdi honum væl at fáast við fletting aftur. - Jú, hetta var ein deilig løta, og hvør veit, um eg ikki fari onkran túr norður aftur, nú fjøllini standa fyri, sigur
upp at hanga í hjallinum. Hetta er ein strævin, men hugnalig tíð hjá bøndrum, seyðamonnum og fjallfólki. Ymiskt er, hvussu veðrið háttar sær hesa tíðina av árinum, og ein treyt fyri fjallgongu í brattlendi [...] tíðliga, tá ið tað fer at vára. Tá ið dagur er lokin, er alt, sum sagt varð - í møði og kanska í óumhugsni gloymt. Fletta ein hóp Tá ið seyðurin er komin í hús, stendur flettingin fyri. Í nøkur ár fletti táverandi [...] Hetta merkir tó ikki, at vit ikki eisini kunnu fletta ein, tveir ella tríggjar seyðir fyri privatfólk. Hann sigur, at hava teir nógvan seyð niðurfyri ein dag, kunnu fólk, sum ikki hava so nógvan seyð at fletta
Stadion hóskvøldið. Heldur ikki hesaferð var Óli Johannesen við á liðnum AGF, sum vann dystin 1-0. Eins og í kolldømda dystinum millum liðini í heyst, var tað íslendingurin Tómas Ingi Tómasson, sum skeyt [...] málinum hjá Esbjerg, og hann ivaðist ikki, men smekkaði bóltin í málið. Tað var annars Esbjerg, sum kanska hevði tað mesta spælið, men liðið fekk ikki spælt seg til nakrar serligar málmøguleikar, og AGF fekk
forsetaembætið frá sær, hevur Nelson Mandela verið ein av teimum fremstu stríðsmonnunum í bardaganum ímóti AIDS. Kanska ikki so løgið, tí sjálvur hevur hann mist ein son av sjúkuni, og Suðurafrika er eisini eitt [...] raktu londunum. Men hansara stríð er ikki bara eitt stríð ímóti einari sjúku. -AIDS er ikki ein sjúka, men ein spurningur um mannarættindi. Tað einasta, sum krevst, er viljin til at gera tað neyðuga, er
Ein ræðulig roynd verður sett í verk. Ein óttavekjandi samanseting av genum frá einum menniskja og eini fremmandari veru verður dyrkað, takkað veri eini samtøku millum ein flokk av ørum smuglarum og eini [...] munn »Uuhaaa?!«. Her var ein rúmdargysari við eini rúgvu av óhugnaligum sjokkum, ein sera ónd vera frá uttaru rúmdini og fram um alt ein myndastílur og eini klaustrofobisk óttan, sum fólk ongantí áður høvdu [...] eini elitu av granskarum og embætismonnum. Ein faktorur er framman undan kendur: ein kvinna, sum á makabran hátt er sett saman við fremmandu veruna, sum nú eru vorðin enn meira útspekulerað. Ripley er komin
logikkinum, so er upplagt at spyrja, er neyðugt at hava ein lærarskúla í Havnini, um tørvurin av lærarum er nøktaður í miðstaðar økinum? Er neyðugt at hava ein sjóvinnuskúla í Havnini, tá meginparturin av fiskivinnuni [...] førleikarnar sum eru á okkara heilsuskúla. Gevist við at leggja fótonglar fyri ein væl røktan útbúgvingarstovn, ið hevur verið ein sólskinssøga seinastu mongu árini. [...] Hendan greinin kemur eftir, at ein "kveikjari" hjá Arbeiðsloyisskipanini var í sjónvarpinum, fríggjakvøldið, og kjakaðist við seg sjálva um, at eldraøkið í miðstaðarøkinum manglaði starvsfólk. Eg sigi
almennan ella hálvalmennan kassa at gera. Hetta er ein spurningur, sum fiskimannafelagið og reiðarafelagið fyri langt síðani áttu at havt orna sínámillum, (eins og okkurt av hinum manningarfeløgunum longu hevur [...] innan ferðafólkavinnuna, sum bert kunnu hava lønandi vinnu ein part av árinum. Eg eri heldur ikki fyri, at hesi fáa serstatus í ALS, men verður ein skipan verður gjørd fyri fiskimenn, má tað verða eitt krav [...] er fyri tey arbeiðsleysu, ella eina partvísa sosiala skipan? Og um tað er tað seinna, ein ynskir, er Astrup kanska tann rætti at biðja sum ráðgeva, í umskipan av arbeiðsloysisskipanini?
sum teir vilja til húsið, sigur bátaeigarin. Illa dámt Sosialurin veit eitt dømi um, at ein bátur vantaði ein mann. Bátaeigarin fekk fleiri nøvn frá ávísingini hjá ALS, men tá saman um kom, vildi eingin [...] Ávísingin virkar ikki Rógvi Reinert sigur, at tá hann segði hetta, var tað ikki ein afinning vend móti nøkrum ávísum. Bara ein ásannan, at arbeiðsloysisskipani ikki virkar, sum hon skal. Hann heldur størsta [...] fara til arbeiðis, kanska bara í nakrar tímar ella dagar. Grundupphæddin átti at verið órørd - Eg kundi hugsað mær, at arbeiðsleys fingu eina grundupphædd, sum ikki varð mótroknað - eins og fríkort í skatti
halda Emma og Dánial Jákup. So eru tað vit ungu, sum eru fleiri. Hjá okkum er tað kanska ikki so ringt. Men so er ein annar bólkur, siga tey og hava hug at smáflenna eitt sindur. Tað eru allir teir gomlu [...] bæði 17 ára gomul og hava arbeitt á Atlantis, síðan tey fóru úr skúlanum. Hjá báðum var hetta líkasum ein millumstøð, áðrenn tey væntandi fara undir víðari útbúgving. Emma ætlar sær i studentaskúla, og Dánial [...] rættiliga langur, so har sær hon ongar møguleikar fyri at sleppa upp í part. So er tað onkur kiosk, sum kanska kann brúka fólk um kvøldið ella um vikuskiftini. Annars er lítið at vinna í Vestmanna í løtuni, sigur