ALIEN

Eitt stað úti í framtíðini. Ein gamal fíggindi. Vunnin, men ikki oyddur. Um bara dreparainstinkt hennara kundi verðið umstrukturerað, reformerað?endurvakt.

Ein ræðulig roynd verður sett í verk. Ein óttavekjandi samanseting av genum frá einum menniskja og eini fremmandari veru verður dyrkað, takkað veri eini samtøku millum ein flokk av ørum smuglarum og eini elitu av granskarum og embætismonnum. Ein faktorur er framman undan kendur: ein kvinna, sum á makabran hátt er sett saman við fremmandu veruna, sum nú eru vorðin enn meira útspekulerað. Ripley er komin aftur, og alt er ikki, sum tað átti at verið.

Sjálvt ikki allan heimsins tøkni er før fyri at byrgja fyri teirr lívfrøðiligu avvíking, sum stýrir hesum alien. Ein avvíkjan, sum bert Ripley skilir - á einum djúpt persónligum, primalum støði. Fyri at berja niður teir hóttandi alien má Ripley sameina seg við smuglararnar, og teirra millum er eisini gátuføri mekanikarin, Call, sum kanska kann verða amboðið til »endurføðing« Ripleys - ella vápnið, ið skal beina fyri henni.

Tá heimsins filmshyggjarar í 1979 á fyrsta sinni bóru kenslu á Alien, søgdu so at siga øll við ein munn »Uuhaaa?!«. Her var ein rúmdargysari við eini rúgvu av óhugnaligum sjokkum, ein sera ónd vera frá uttaru rúmdini og fram um alt ein myndastílur og eini klaustrofobisk óttan, sum fólk ongantí áður høvdu sæð makan til. Meistaraverkið hjá Ridley Scott er slóðbrótandi, og sílistisku háttirnir eru síðani vorðni gáttan til nógvar filmir, tó ikki hava megnað tað sama, sum Alien.

Høvuðsleikarar í filminum eru Sigourney Weaver og Joss Whedon