ALS - Sjokk!!

Arbeiðsloysisskipanin ætlanir um at stovna sín egna heilsuskúla!

Hendan greinin kemur eftir, at ein "kveikjari" hjá Arbeiðsloyisskipanini var í sjónvarpinum, fríggjakvøldið, og kjakaðist við seg sjálva um, at eldraøkið í miðstaðarøkinum manglaði starvsfólk.

Eg sigi kjakaðist við seg sjálva, tí sjónvarpsverturin setti ongan relevantan, kritiskan spurning, hóast tað var upplagt.

Greinin kemur nústani, tí eg havi við toli bíða eftir eini fráboðan frá leiðsluni/stjóranum í ALS, sum eg og nógv onnur væntaðu for at koma stundisliga, aftaná sendingina! Væntað varð, at leiðslan staðiliga tók frástøðu frá útsøgnunum frá kveikjaranum.

Leiðslan skaraði tó framúr, við larmandi tøgn. Eg loyvi mær at trúgva orsøkina vera, at antin sóu tey ikki sendingina, ella vita tey enn onki um óalmindiliga óhepnu útsøgnirnar frá kveikjarinum.

Arbeiðsloysisskipanin hevur átikið sær tað sjónarmiðið, at tað ikki er tørvur á einum heilsuskúla í Suðuroynni longur!

Grundgevingin hjá ALS byggir á, at eldraøkið í Suðuroynni er nøktað viðvikjandi starvsfólkum. Tískil er, eftir teirra tykki, størri tørvur á einum heilsuskúla í miðstaðarøkinum.

Fylgja vit hesum logikkinum, so er upplagt at spyrja, er neyðugt at hava ein lærarskúla í Havnini, um tørvurin av lærarum er nøktaður í miðstaðar økinum? Er neyðugt at hava ein sjóvinnuskúla í Havnini, tá meginparturin av fiskivinnuni í landinum hevur heimstað uttanfyri Havnina?

Mær vitandi, er vanligt  at ferðast til útbugvingarstóvnin, um ein ynskir at útbúgva seg til eitthvørt - ikki at stóvnurin skal flyta til har, ið tú nú einaferð uppiheldur tær.

Tíverri havi eg møtt hesum undarliga hugsunarhátti alt ov ofta í miðstaðarøkinum. Ein stórur partur heldur seg vita, ella vilja ikki vita av, at tað er lív uttanfyri miðstaðarøkið.

ALS prátar í álvara um at byrja við at skipa fyri einum vikuskeiði við tí mest grundleggjandi, fyri síðani at stuðla uppundir at seta á stovn ein nýggjan heilsuskúla í Tórshavn. Hvat við, at latið teimum sum hava útbúgvið heilsuhjálparar og røktarar seinastu mongu árini, við góðum eftirmetingum taka sær av hesum? Teimum sum vita hvat krevst og ikki?

Eg gørdi mær tann ómak at ringja suður á Heilsuskúla Føroya, fyri at vita um "kveikjarin" ella onnur í ALS, høvdu spurt seg fyri, hjá teimum, ið nú einaferð hava undirvíst og útbúgvið 100 tals heilsuhjálparar, síðan útbúgvingin varð sett á stóvn í 2011; umframt heilsurøktarar, síðan tann útbúgvingin byrjaði í 2006. Á Heilsuskúla Føroya vita dugnaligu og væl skikkaði starvfólkini, hvat krevst fyri at vera egnaður.

Svarið var eitt greitt nei, ikki eitt orð høvdu tey frætt frá ALS í hesum sambandi.

ALS skal fyrst hyggja inneftir, áðrenn fólkini handan skipanina leggja eftir øðrum, væl røktum stovnum. Nevnast kann t.d. at starvsfólkahópurin hjá ALS er fleirfaldaður seinastu árini, hóast arbeiðsloysið er farin júst umvenda veg og er tað minsta í mong harrans ár. 

 

Flest arbeiðsleys eru sambært øllum hagtølum, í Suðuroynni - vert er kanska at flyta umsitingina hjá ALS suður, tí her suðuri eru flest arbeiðsleys.

Míni ráð til tykkum: Latið Heilsuskúlan í Suðuroynni fáa frið og ikki blanda tykkum alment uppí tað politiska arbeiðið.

Byggið heldur víðari uppá teir verandi, góðu, royndu førleikarnar sum eru á okkara heilsuskúla. Gevist við at leggja fótonglar fyri ein væl røktan útbúgvingarstovn, ið hevur verið ein sólskinssøga seinastu mongu árini.