metingargrundarlag, so er tað heilt víst, at TB fer ikki at spæla Formula fótbólt næsta ár. Sama metingargrundarlag sigur, at uppflytararnir úr NSÍ eftir øllum at døma fara at standa seg í deildini. NSÍ vann tryggan [...] tryggan og uppibornan 3-0 sigur á TB, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1-0. Sonni L. Petersen skoraði við høvdinum til 1-0 eftir innlegg úr høgru. Bergur Djurhuus økti til 2-0 við skoti úr høgru [...] in. Eisini hesa ferð kom skotið eitt sindur úr høgru og inn við nærra stólpa. Sigurin ber við sær, at NSÍ fer av 8. og fram á 5. plássið, sum TB undan hesum umfarinum var á. TB er nú nummar seks.
milliardir krónur. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa ein breiðan eigaraskara av Føroya banka, og Eyðun á Rógvi væntar, at tað fer at bera til. [...] runnurin frá 1992 skal góðtaka allar viðtøkubroytingar. Fíggingargrunnurin frá 1992 fer at tryggja seg ímóti, at Føroya Banki fer á skeivar hendur, nú hann skal seljast. -Eingin fær meira enn 10 prosent [...] hini 34 prosentini eftir fyri at varðveita tamarhaldið vegna landsstýrið. Eginpeningurin hjá Føroya banka er nú 1,2 millardir krónur, men samlaða virðið hevur verið mett til at verða einar tvær milliardir
til at uppliva fleiri av høvuðsnøvnunum, vit hava frammanundan sagt frá, at brot við Hanus G. Johansen var komið á síðuna, men nú eru uppaftur fleiri brot komin út, soleiðis at tað eisini ber til at uppliva [...] Summarfestivalurin gevur nú tær, ið vitjaði festivalin í fjør høvið at enduruppliva partar av festivalinum, og fyri tey, ið ikki vóru har, møguleika at fáa ein smakksroynd. Nærum eitt hálvt ár er til Summarfestivalurin [...] framførslu av Tú segði Bye hjá Kim og tá Johnny Deluxe við lagnum Drenge som mig, finguallan Vágsbø at hoppa á miðjari nátt.
vekir djúpa skomm, at slíkt yvirhøvur kemur fyri í landi okkara. - Her mugu myndugleikar, politikarar, foreldur, skúli ? ja, hvør og ein okkara gera sítt til, at slíkt ikki fær loyvi at henda, sigur Jóannes [...] landsstýrismaður í innlendismálum, fer nú at taka samband við løgregluna fyri at vita, hvat løgreglan og politiski myndugleikin í felag kunnu gera til tess at fyribyrgja rasismu og harðskapi millum ung [...] er eitt samstarv millum sosiala-, skúla- og politimyndugleikan, og millum annað hevur til endamáls at leggja upp fyri slíkum harðskapi. Fyrsti SSP-fundur verður 11. mai.
- Eg havi tosað við Karsten um møguleikan at koma upp í Sjálvstýrisflokkin, og hann hevur í øllum førum fingið at vita, at hann hevði verið vælkomin upp í okkara flokk. Tað sigur Kári P. Højgaard, einasti [...] fleiri ár, og tað fekk Kára at biðja Karsten umhugsa møguleikan at koma upp í Sjálvstýrisflokkin. - Vit hava havt eitt sera gott samstarv í hesum nevndum, og tí veit eg, at Karsten hevði passað væl inn [...] einasti tingmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum. - Norðoyggjar plagdu at verða ein av háborgunum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og Karsten kundi veruliga styrkt flokkin har norðuri. Men Karsten er ikki ein politikari
havi eg stóra virðing fyri, og eg haldi, at tann avgerðin prógvar, hvar Karsten hoyrir heima politiskt, sigur Jenis av Rana. - Vit hava roynt at funnið góð fólk til at umboða okkum í Norðoyggjum, og vit hava [...] mannin, sum vit trúgva fer at savna nógvar atkvøður til okkum í Norðoyggjum, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Jenis av Rana fegnaðist fríggjamorgunin stórliga um, at Karsten Hansen var komin [...] fleiri góð umboð, men enn hevur tað ikki eydnast okkum at fingið eitt løgtingsumboð úr Norðoyggjum. Nú hava vit so funnið mannin, sum vit trúgva fer at savna nógvar atkvøður til Miðflokkin, sigur formaðurin
Jørgen Dragsdahl krevur, at orðini verða dømd deyð at vera, og harafturat krevur hann 250.000 krónur í endurgjaldi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jørgen Dragsdahl verður lagdur undir at hava verið umboð fyri [...] einari grein í Jyllandspostinum hevur skrivað, at danska fregnartænastan metti Jørgen Dragsdahl sum fremsta umboð fyri KGB í Danmark undir kalda krígnum. Av tí at greinin stóð í Jyllandspostinum, hevur blaðmaðurin [...] fyri KGB undir kalda krígnum. Ekstrablaðið skrivaði tað sama í 1992 og 1993 og bleiv tá dømt at rinda blaðmanninum 125.000 krónur í endurgjaldi. Bent Jensen er søgufrøðingur, og tað var hann, sum skrivaði
trívist avstraliumaðurin so væl í Føroyum, at hann javnan vitjar klettarnar fyri at hugna sær við gittaranum og fáa tónlistarligan íblástur. Tað plagar eisini at rigga væl hjá honum í Café Natúr. Hann fær [...] andi tónleiki við gittara og sangi, plagar trubadururin ikki at vera smæðin í at geva sínum áhoyrarum eitt lítið prik. Hetta er við til at skapa stemning og fáa áhoyraran í gott lag, sigur karismatiski [...] Sambært heimasíðuni byin.fo er avstralski trubadururin Rob Luca aftur at hoyra í Føroyum hetta vikuskiftið. Rob Luca spælir aftur á Café Natúr, ið hann so ofta hevur vitja áður. Avstraliumaðurin, sum býr
viðgekk, at hann hevði selt kirkjuna og prestagarðin í Ripon uttan at siga kirkjuráðnum frá. Kanningarnar avdúkaðu, at hann hevði selt kirkjuna og prestagarðin fyri slakar tríggjar mió. krónur, og at hann [...] kirkjuráðið fingið kirkjuna aftur, og presturin hevur mist rættin at virka sum prestur. Men kirkjufólk í Ripon halda, at hann sleppur alt ov væl, skrivar AP. [...] hann hevði stungið pengarnar í egnan lumma. Fólk fingu illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, tá presturin keypti sær ein bil av slagnum BMW, tí teir eru dýrir í USA eins og aðrastaðni. Nú hevur kirkjuráðið
harmast formaður Tjóðveldisfloksins framvegis um, at Karsten Hansen er farin úr Tjóðveldisflokkinum og hann dylir ikki fyri, at hann framvegis vónar, at hann kemur aftur í flokkin [...] Tjóðveldisfelag í morgun á Karsten Hansen um at siga tingsessin frá sær. - Tað er ikki eitt mál, sum flokkurin leggur seg út í, tí alt, sum hevur við uppstilling at gera, er latið upp í hendurnar á økisfeløgunum [...] Karsten Hansen og felagið. - Men eg skilji væl, at felagið, sum hevur gjørt eitt stórt politiskt arbeiði, og sum stilla valevni upp til valið, følir tað sum um at tað hevur mist ein tinglim. Annars harmast