Sambært heimasíðuni byin.fo er avstralski trubadururin Rob Luca aftur at hoyra í Føroyum hetta vikuskiftið.
Rob Luca spælir aftur á Café Natúr, ið hann so ofta hevur vitja áður.
Avstraliumaðurin, sum býr í Danmark spælir trý kvøld á rað og byrjar fríggjakvøldið.
Sum skilst trívist avstraliumaðurin so væl í Føroyum, at hann javnan vitjar klettarnar fyri at hugna sær við gittaranum og fáa tónlistarligan íblástur. Tað plagar eisini at rigga væl hjá honum í Café Natúr. Hann fær nakað av lívi í.
Tey, ið vitja staðið hesi kvøldini, kunnu annars vænta eitt sindur av hvørjum. Tí umframt framúrskarandi tónleiki við gittara og sangi, plagar trubadururin ikki at vera smæðin í at geva sínum áhoyrarum eitt lítið prik. Hetta er við til at skapa stemning og fáa áhoyraran í gott lag, sigur karismatiski trubadururin við byin.fo