Í amerikanska býnum Ripon eru fólk í øðini, tí ein prestur, sum hevur játtað seg sekan í sviki og stuldri, sleppur leysur, tí hann hevur sitið seks mánaðir í varðhaldi, meðan løgreglan hevur kannað málið. Tað var einki minni enn ein bumba, tá presturin í fjør viðgekk, at hann hevði selt kirkjuna og prestagarðin í Ripon uttan at siga kirkjuráðnum frá. Kanningarnar avdúkaðu, at hann hevði selt kirkjuna og prestagarðin fyri slakar tríggjar mió. krónur, og at hann hevði stungið pengarnar í egnan lumma. Fólk fingu illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, tá presturin keypti sær ein bil av slagnum BMW, tí teir eru dýrir í USA eins og aðrastaðni. Nú hevur kirkjuráðið fingið kirkjuna aftur, og presturin hevur mist rættin at virka sum prestur. Men kirkjufólk í Ripon halda, at hann sleppur alt ov væl, skrivar AP.










