Høgni skilir støðuna hjá Norðoya Tjóðveldisfelag

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum vil ikki blanda seg upp í politisku framtíðina hjá Karsten Hansen, men hann skilir áheitanina frá Norðoya Tjóðveldisfelag

- Eg blandi meg ikki upp í, men eg skilji støðuna hjá Norðoya Tjóðveldisfelag
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vil ikki siga um hann tekur undir við áheitanini frá Norðoya Tjóðveldisfelag í morgun á Karsten Hansen um at siga tingsessin frá sær.
- Tað er ikki eitt mál, sum flokkurin leggur seg út í, tí alt, sum hevur við uppstilling at gera, er latið upp í hendurnar á økisfeløgunum burturav.
Sostatt er hetta eitt mál ímillum Karsten Hansen og felagið.
- Men eg skilji væl, at felagið, sum hevur gjørt eitt stórt politiskt arbeiði, og sum stilla valevni upp til valið, følir tað sum um at tað hevur mist ein tinglim.
Annars harmast formaður Tjóðveldisfloksins framvegis um, at Karsten Hansen er farin úr Tjóðveldisflokkinum og hann dylir ikki fyri, at hann framvegis vónar, at hann kemur aftur í flokkin