sum eisini arbeiddi á posthúsinum í Havn í mong ár. Ruben er giftur við Oslu, f. Johannesen, úr Klaksvík. Tey eiga børnini Tommy, sum býr í Havn og Merry, sum býr í Keypmannahavn. Osla og Ruben eiga eisini [...] seinnu árini dómaraeygleiðari. Hann hevur verið formaður í B36 og limur í Oyggjaleikanevndini, tá leikirnir vóru í Føroyum. Eisini hevur hann verið limur í Barnaverdini hjá Tórshavnar kommunu. Ruben er sonur [...] Í hesum mánaðinum eru eisini liðin 40 ár, síðan hann byrjaði hjá postverkinum í Havn. Hann byrjaði sum postboð, og var í nøkur ár vaktmeistari. Seinastu mongu árini hevur hann verið leiðari á pakkadeildini
Tá ið Mary og Fríðrikur komu í býráðshøllina í Klaksvík beint fyri middag mikudagin, fingu tey høvi at heilsa upp á fólk úr Australia, sum eru búsitandi í Føroyum. Mary tók sær góðar stundir at tosa við [...] fólkini, spyrja hvaðani tey eru, og hvussu leingi tey høvdu verið í Føroyum. Kate Sandersen, sum er úr Australia, men hevur búð í nógv ár í Føroyum, helt eina stutta røðu fyri krúnprinsaparinum. Hon segði [...] helst eru tað fleiri føroyingar, sum búgva í Australia, enn fólk úr Australia, sum búgva í Føroyum, segði Kate Sanderson millum annað í røðuni.
eigur annað liðið í kvinnufinaluni í steypakappingini. Í dag vann NSÍ 5-0 á útivølli ímóti grannunum í Víkingi. Fyrru hálvfinaluna vann NSÍ 4-1 á heimavølli og hevur sostatt vunnið seg í steypafinaluna við [...] skoraði reint hattrikk. Hon økti til 3-0 í 68. minutti, til 4-0 í 81. minutti og so staðfesti hon 5-0 sigurin í 84. minutti. Í fyrra hálvleiki gjørdi Víkingur sjálvmál í 11. minutti, og tólv minuttir eftir [...] greitt, at steypafinalan verður millum NSÍ og B36 ella KÍ. Fyrra hálvfinalan millum KÍ og B36 var í Klaksvík og endaði við 5-0 heimasigri. B36 fær vitjan av KÍ mánadagin 28. august.
funnin innideyður í Keypmannahavn, og stutt aftaná verður ein føroysk mentakona funnin deyð í Havn. Hvør er orsøkin til deyðsføllini og er samband millum tey? Tað er stóri spurningurin í nýggju krimiskaldsøguni [...] rósan«, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað og gevur út í dag. Hetta er triðja bókini í einari røð, sum eisini umfatar bøkurnar »Deyðin fer í bindiklubb« og »Hevndin úr havsins dýpi«. – Horvna rósan er [...] nýggja krimibókin løgd fram á almennari móttøku í Spaniastovu í Klaksvík. Pætur við Keldu fer at syngja, Signhild Johannesen heldur røðu, og Ragnhild Ellingsgaard fer at hava samrøðu við høvundan.
gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig. Í fjør var KÍ eitt stig frá at vinna FM, og í ár var KÍ seks mál frá at vinna FM. Tummas Lervig kann staðfesta, at lítið hevur manglað í hjá KÍ, og nú verður arbeitt [...] takast fyri at FM-gullið, sum ikki hevur verið í Klaksvík síðani 1999 skal finna vegin heimaftur. Tummas Lervig heldur, at silvur í effodeildini og bronsa í 1. deild er eitt góðkent kappingarár, men tað [...] tað var eitt afturstig at missa meistaraheitið í bestu kvinnudeildini aftaná 17 ár við FM-gulli. Verjuskansin og liðskiparin, Jonas Flindt Rasmussen gevst í felagnum, og Tummas Lervig slær fast, at fryntligi
verið á torginum í SMS seinastu vikuna, fer nú at ferðast. Frá mánadegnum 15. apríl til og við týsdegnum 30. apríl verður forvitnisliga framsýningin at síggja í Býráðshøllini í Klaksvík. Á framsýningini [...] m, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF. [...] i ber til at síggja søguna hjá ÍSF í orðum og myndum. Oyggjaleikirnir, sum hava verið gjøgnum tíðina, verða eisini væl lýstir. Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann
Tað er í kvøld, at stóra dansikvøldið er, og tí verður skipað fyri dansi fleiri staðni í landinum. Eitt nú verður dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har bólkurin Rox fer at spæla. Bólkurin er mannaður [...] sera væl seinastu nógvu árini í Fuglafirði, serliga tí allir útisetarnir eru komnir heim á jólum, og teimum dámar væl at koma í dansin og heilsa uppá fólk, tey ikki hava sæð í longri tíð, sigur Ólavur Larsen [...] mannaður av Signari í Homrum, Mikkjal Hvannastein, Henning Nicodemussen og John Johansen, sum allir hava drúgvar royndir á føroyska tónleikapallinum. Fyriskiparin av dansinum 2. jólakvøld í Mentanarhúsinum
HB hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála við Bartal Wardum, sum øll árini hevur spælt við HB. 24 ára gamli miðverjin er uppvaksin í HB, og seinnu árini er hann vorðin ein týðandi spælari í miðverjuni [...] ein skelk í byrjanini av kappingarárinum, tá hann sat uttanfyri. Tveir nýggir mans vóru í miðverjuni, men við tíðini hevur hann vunnið sær fast pláss aftur. Hann hevur spælt yvir 150 dystir í Betri deildini [...] hevur júst vunnið 24. meistaraheitið í søguni hjá felagnum. Leygardagin spælir HB móti KÍ í Klaksvík.
leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag. Klokkan 15 verða tríggir dystir spældir. Frásøgumennirnir hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá í Klaksvík har KÍ og HB spæla, og á ovara vølli í Gundadali [...] Gundadali í Havn har B36 og Skála spæla. Kunnað verður um gongdina í dystinum millum TB og AB við Stórá í Trongisvági. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. Øll kunnu lurta eftir [...] FM 98,7. Klokkan 17 byrjar dysturin millum Víking og ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu, Klokkan 19 byrjar dysturin millum NSÍ og EB/Streym við Løkin í Runavík. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá hesum báðum
kommunuskrivstovuni ella øðrum hóskandi stað í nakrar dagar. Bókin verður liggjandi frammi í Klaksvík 22. og 23. februar, í Runavík 26. og 27. februar og í Vági 1. og 2. mars. Nærri upplýsingar um tað [...] heilsanir úr Føroyum til kongshúsið í samnandi við, at Heindrikur prinsur andaðist týskvøldið. Høvi er at skriva í samkenslubók í móttøkuni á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum í Havn, og nógv hava nýtt høvið, [...] verður upplýst frá Ríkisumboðnum. Samkenslubókin verður liggjandi frammi í morgin og týsdagin afturat, tá fólk hava møguleika at skriva í bókina frá klokkan 10 tl 15, tá skrivstovan hjá Ríkisumboðnum er opin