HB hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála við Bartal Wardum, sum øll árini hevur spælt við HB. 24 ára gamli miðverjin er uppvaksin í HB, og seinnu árini er hann vorðin ein týðandi spælari í miðverjuni.
Hann fekk annars ein skelk í byrjanini av kappingarárinum, tá hann sat uttanfyri. Tveir nýggir mans vóru í miðverjuni, men við tíðini hevur hann vunnið sær fast pláss aftur. Hann hevur spælt yvir 150 dystir í Betri deildini sambært Faroesoccer.
HB hevur longt sáttmálan við spælarar sum Daniel Johnsen, Hilmar Leon Jacobsen, Hera H. Mohr, Samuel Chukwudi, Dan í Soylu og Pætur Petersen gjørt nýggjar sáttmálar. Tó er ongin nýggjur sáttmáli til nakran av útlendsku spælarunum enn, umframt at sáttmálin hjá Tróndi Jensen gongur út í vetur.
HB hevur júst vunnið 24. meistaraheitið í søguni hjá felagnum. Leygardagin spælir HB móti KÍ í Klaksvík.











