Tað er í kvøld, at stóra dansikvøldið er, og tí verður skipað fyri dansi fleiri staðni í landinum.
Eitt nú verður dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har bólkurin Rox fer at spæla. Bólkurin er mannaður av Signari í Homrum, Mikkjal
Hvannastein, Henning Nicodemussen og John Johansen, sum allir hava drúgvar royndir á føroyska tónleikapallinum.
Fyriskiparin av dansinum 2. jólakvøld í Mentanarhúsinum, Ólavur Larsen, sigur, at Mentanarhúsið plagar at verða væl vitjað hetta stóra dansikvøldið.
- Hetta kvøldið hevur riggað sera væl seinastu nógvu árini í Fuglafirði, serliga tí allir útisetarnir eru komnir heim
á jólum, og teimum dámar væl at koma í dansin og heilsa uppá fólk, tey ikki hava sæð í longri tíð, sigur Ólavur Larsen.
Dansurin byrjar klokkan 23.30, og bussar koyra frá keiini á Toftum og av Sandinum í Klaksvík kl 23.30 og heimaftur
beint eftir dansin.









