Nýggj krimi: Føroysk mentakona funnin deyð

Steintór Rasmussen gevur í dag út nýggja krimi

Stóra føroyska skaldið Tóki Narvason verður funnin innideyður í Keypmannahavn, og stutt aftaná verður ein føroysk mentakona funnin deyð í Havn. Hvør er orsøkin til deyðsføllini og er samband millum tey?

Tað er stóri spurningurin í nýggju krimiskaldsøguni »Horvna rósan«, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað og gevur út í dag. Hetta er triðja bókini í einari røð, sum eisini umfatar bøkurnar »Deyðin fer í bindiklubb« og »Hevndin úr havsins dýpi«.

– Horvna rósan er ein krimisøga um glataðan kærleika og persónliga forfylging í einum frændaveldi, har har valafólk innan list og mentan prísa og fella dóm yvir tíðarinnar stóru skaparar og taparar, verður sagt um bókina.

Í dag kl. 16.00 verður nýggja krimibókin løgd fram á almennari móttøku í Spaniastovu í Klaksvík. Pætur við Keldu fer at syngja, Signhild Johannesen heldur røðu, og Ragnhild Ellingsgaard fer at hava samrøðu við høvundan.