Í hesum mánaðinum eru eisini liðin 40 ár, síðan hann byrjaði hjá postverkinum í Havn. Hann byrjaði sum postboð, og var í nøkur ár vaktmeistari. Seinastu mongu árini hevur hann verið leiðari á pakkadeildini.
Ruben hevur sera stóran áhuga fyri ítrótti, og hevur hann havt fleiri álitisstørv innan føroyskan ítrótt. Hann hevur t.d. verið fótbóltsdómari og seinnu árini dómaraeygleiðari.
Hann hevur verið formaður í B36 og limur í Oyggjaleikanevndini, tá leikirnir vóru í Føroyum.
Eisini hevur hann verið limur í Barnaverdini hjá Tórshavnar kommunu.
Ruben er sonur Henny, f. Larsen, og Terja Andrésen, sum eisini arbeiddi á posthúsinum í Havn í mong ár.
Ruben er giftur við Oslu, f. Johannesen, úr Klaksvík. Tey eiga børnini Tommy, sum býr í Havn og Merry, sum býr í Keypmannahavn.
Osla og Ruben eiga eisini ommu- og abbasonin, Ruben.










