tað sama, hvussu nógv landøki palestinar fáa. Tað er Jerusalem, teir vilja hava, ikki bara eystara partin, men ALT Jerusalem og ALT Ísrael ? og reka allar jødar út í Miðalhavið. Sosialurin nevnir um Jerusalem [...] Sannleikin er tann, at stjórn Ísraels í dag roynir at bøta um tann skaða, sum Rabin og aðrir hava gjørt við at geva land »fyri frið«, sum tað eitur. Men hvar er friðurin? Neyvan munnu so nógvar yvirga [...] Jerusalem sum ein halgibý fyri jødar, muslimar og kristin og er óttafullur fyri hvat fer at henda, um Ísrael byggir á lendi eystan fyri Jerusalem. Tað er ikki neyðugt hjá Sosialinum at óttast fyri at muslimar
snýr seg ikki um at fólk sjálvboðin velja at seta seg í eina verri støðu enn teimum nýtist. Allir føroyingar hava sama møguleika til at fáa sær eitt danskt ES-pass, so her er talan um frítt val, og ikki [...] kjakið, sum verið hevur um, hvørt tað eigur at bera til hjá føroyingum at fáa ES-pass í staðin fyri eitt sokallað føroyskt pass. Hvat er eitt pass? Í kjakinum higartil hevur verið tosað um passið, sum var tað [...] Hetta er fyrst og fremst í sambandi við, at farið verður um landamørk. Orsøkin til, at myndugleikarnir í einum landi vilja vita, hvar fólk, sum koma um mark, eru ríkisborgarar, hevur m.a. við at gera, at ávís
Fryntligt og klókt fólk Talan er um eitt sera fryntligt, klókt og vinsælt fólk. Tey eru sera fátøkk, liva fyri tað mesta av tí, sum havið gevur. Tríggjar mánaðir um ár er augustatíð. Í juni, juli og august [...] húsarhaldinum hjá hesum oyggjafólkinum so langt menn vita um. Umframt hvalaveiðu veiðir fólkið eisini risastóru djevlaskøtuna, sum er so vanlig um hesar leiðirnar. Eisini hon verður skutlað, tá hon liggur [...] skutlarnir verða settur í hvalin. Báturin ríkur avstað, og sprænurin stendur um æsingarnar. Hvalurin tekur dyk á seg og kavar. Tá ræður um ikki at vera í nánd av endanum, sum er festur í skutulin. Men tað kemur
sent Norðurlandahúsinum mangt faxið um júst Summartónar 1998. Tessvegna skuldi starvsfólkið í Norðurlandahúsinum vitað um Summartónar eins væl og føroyingar vita um Ólavsøkuna. Tískil fekk Kristian Blak [...] gar so títt og knapt tað frættist um eitt nú kingokonsertir hjá Kristian Blak, fert tú at ivast í, um allar hesar »kollisiónir« munnu vera av berari tilvild, ella um onkur djúpari filosofi er aftanfyri [...] bløðini um innanhýsis ósemju í føroyska tónleikalívinum, helt eg tað vera rættast at tríva í pennin, so lesarin ikki fær skeiva fatan av nøkrum. Lætt er at misskilja tað, ið Ólavur Hátún førir fram um Summartónar
in er liðug vænti eg, at fólk verða fegin um at fáa feriu eina tíð, leggur hann afturat. Hini árini, tá ið Tavan leigaði frá Føroya Banka, varð lagt stilt um vetarnar, táið ongin gulllaksur var. Stórur [...] arbeitt verður í trimum vaktum alt samdøgurið við 20 fólkum á hvørjari vakt. Tey arbeiða seks dagar um vikuna, men sunnudag halda tey frí. Ingvard Joensen sigur, at hetta er tað mesta, sum hevur verið av [...] nógvir bátar kunnu fiska gulllaks undir Føroyum. Men hann mælir til eitt ávíst varsemi, tí talan er um djúpvatnsfisk, sum veksur seint. Men samstundis vísir hann eisini á, at har, sum bátarnir hava fiskað
So mundi Eifiltornið farið um koll. Mentafólkið í Fraklandi misti tamarhaldið á sær sjálvum, tá tað gjørdist greitt, at teirra tjóð fyri fyrstu ferð nakrantíð var heimsins best í fótbólti. Fraklandingar [...] luftina, tá teir skuldu hátíðarhalda HM-sigurin. Eifiltornið varð umringað og nærum blást um koll, og sjálvt um ein fronsk kvinna var heilt út at koyra, kundi tað ikki oyðileggja stóra dagin heilt. Fra
væntaðu ikki at vinna á Brasilia. Sølan hjá fiskasøluni hevur verið tann sama, sum hon plagar at verða í juni mánaði, sjálvt um HM hevur verið. ? Tað kundi verið lætt at ímynda sær, at matstovurnar høvdu [...] ltinum hjá fraklendingunum. Í dag er bastilludagur í Fraklandi. Tað er ein hátíðardagur til minnis um at bastillan fall, men tað var tveir dagar frammanundan, at fraklendingar fóru á gøtuna fyri at há [...] fronsku søguni. Í París kom talið av fólkið á gøtunum upp á tey sjey siffraðu tølini, og allastaðni runt um í Fraklandi var fólkið frá sær sjálvum av gleði. Veistla alla náttina Eisini í norðurfranska býnum
verður bara talan um kapping um næstfremsta plássið. Startstpurturin var ikki liðugur, tá guli báturin hevði stungið stevnið, rong og skut og menninar átoftini fram um hinar bátarnar, og síðani var ikki [...] Allur spenningur um hvør fer at vinna, er burtur, tá 10-mannaførini rógva. Soleiðis var tað eisini vesturi í Vágunum, og skulu vit meta um vánirnar á ólavsøku, út frá tí, sum higartil er avrikað, so verður [...] ikki spenningur um, hvør tað fór at eydnast Eysturoyinginum at vinna, men heldur um, hvussu nógvum bátslongdum, hann fór at vinna við. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir, og tað er nógv, tá
skuldi vera klokkan 17.00, og ikki klokkan 15.00, soleiðs sum tað annars plagar at vera. Klokkan mundi vera einar tíggju minuttir yvir fimm áðrenn fyrsta starskotið gekk av ? teir høvdu onkran smávegis [...] formaður í Róðrarsambandinum, ið er væl nøgdur við róðrarárið higartil. Vit spyrja formannin í RSF, um skjóta avgreiðslan í Vági og í Miðvagí ikki leggur upp til, at farið verður til bara at rógva 100 [...] metramálið: ? Tað hevur ikki verið frammi, og skal broyting koma í, skal uppskot leggjast fyri aðalfundin um hetta, tí teinarnir eru ásetttir í reglunum fyri FM. Men eg havi í hesum sambandi hug at skoyta uppí
fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí. Men um tað verður so, at bæði Junkarin og Eysturoyingurin vinna á ólavsøku, skal ein skriviborðsavgerð takast um, hvør skal fáa heiðurin av, at hava útvarpssteypið [...] kappingarárinum. Um fleiri bátar standa á jøvnum, kann ein nevnd, sett av útvarpinum, geva tí bátinum, sum hevur víst betra ella besta róðurin á ólavsøku, steypið, ella kann nevndin kasta lut um vinnaran. Bæði [...] tá útvarpið gav steypið at kappast um, at tað er upplagt at broyta mannagongdina at finna vinnaran. Tað ber eitt nú til at brúka klokkuna, t.d. við at áseta at um tað stendur á jøvnum í stigum, so er