heldur, at líka so væl sum ein útreiðsla bert kann gjaldast eftir eini lóg, líka so væl heldur hann, at tað átti at kravt eina lógarheimild at givið starvsfólki frí, tí at tað ikki eru ráð til at keypa skrúvur [...] eg, at tað er at gera seg inn á grundleggjandi borgararættindi at nokta teimum viðgerð, sum eru so óheppin at hava viðgerðartørv seint á árinum, leggur Pál Weihe afturat. Hann heldur, at læknar áttu ikki [...] Landssjúkrahúsið boðar frá, at tey hava hvørki ráð at at viðgera sjúklingar ella at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið fyrr enn eftir nýggjár. Sostatt skal eitt heilt landssjúkrahús við fleiri hundrað fólkum
slíka kanning, so sum tey vilja. Og ja, tað kann vera, at veljarar hava avskrivað onkran við kanningini sum grundarlag, meðan onkur annar hevur verið noyddur at arbeitt harðari fyri at vinna sær tingsess [...] tingsess. Ein annar demokratiskur háttur at ávirka eitt løgtingsval er tað, sum fakfeløg kunnu gera – og áttu at gjørt. Vit síggja nú um dagarnar at eini 35 fakfeløg taka harðliga til orðanna um uppskotið hjá [...] í valstríðnum, og fakfeløgini hava havt allar møguleikar at roknað út, hvørja ávirkan hetta fór at fáa. Bóru fakfeløgini seg rætt at, so tóku tey tildømis hetta málið og greiddu tað út í æsir, hvørja ávirkan
nemur tí við møguleikan, um vit ikki áttu at gjørt tað meiri hugaligt at útbúgvi seg innan heilsuverkið. Í onkrum førum hava tey verið noydd at nýta vikarstovur fyri at fáa fólk, men hetta er ein sera dýr [...] enn vanligt. Trupulleikar hava eisini verið at útvega ljósmøður sum avloysarar, men tað hevur kortini eydnast at nøkta hendan tørvin. Sjúkrahússtjórin sigur, at hesin trupulleikin við manglandi arbeiðsmegi [...] nøktandi. Tað tekur jú langa tíð frá tí at ein persónur byrjar at lesa til lækna, til hann er útbúgvin yvirlækni, sigur Allan Skaalum. Tað er heldur eingin loyna, at arbeiðsviðurskiftini kundu verið betri
sjúkrarøktarfrøðingum er ikki neyðugt at niðurgera ein annan fakbólk. Vit hava sama áhugamál, tað at vera um sjúk og veik fólk, og geva borgarunum ta bestu røktina. Vit áttu at staðið lið um lið, og havt eitt [...] kann, at um ikki sjúkrarøktarfrøðingar við bachelor útbúgving passa sjúklingarnir, viðførir tað, at innleggingartíðin økist, fleiri komplikatiónir veðra, og deyðiligheitin økist. Tit vísa á, at ein ørgrynna [...] fólki at søkja inn á heilsuskúlan. Mær vitandi hava tey eitt annað heilsuverk, og kann tí ikki samanberast við heilsuøkið og útbúgvingarnir her hjá okkum. Hevði tað etiska ráðið borið seg rætt at, so áttu
Hann vónar kortini at vera við til dystin móti B36 í Havn næsta vikuskifti. Við øllum hesum forfallunum var neyðugt hjá Jóhan Nielsen at finna aðrar spælarar, og hvat er tá frægari enn at fara niður á 2. [...] Petur spældi allan dystin og vísti, at hann framvegis kann gera seg galdandi á hægsta stigi. Heimaliðið byrjaðu betur. Teir vóru ágrýtnari, og tað var týðiligt, at teir vildu vinna dystin. Serliga Henning [...] áleypari við Sámali Joensen hangandi aftan fyri seg, hevði fleiri góð tilboð, men megnaði ikki at umseta tey til mál. So líðandi vaknaði ÍF og flutti trýstið yvir á GÍ-hálvuna. Fuglfirðingar høvdu nakrar
væntaði sær av, men longu sum 12 ára gamal kortini tók tey vaksnu á bóli. Høvundurin sigur, at Jóan Petur altíð var millum teir bestu – ella bestur at fiska á skipi í sjálvdrátti, og sum skipari var hann [...] Kortini duldi hann ikki fyri, at hann eina ódnarnátt í havsneyð á Suðurlandinum upplivdi tað besta, honum nakrantíð var fyri. Høvundurin sigur, at hesa náttina upplivdi rokskiparin, at "tann livandi Guð og Kristi [...] er egið forlag, sum Absalon Absalonsen eigur sjálvur. Rithøvundurin sigur, at tað hevur verið ógvuliga spennandi og áhugavert at sava tilfar saman um rokskiparan, Jóan Petur hjá Mouritsi. Met í snørisveiði
valskeið bjargað. Eingin torir at tala at, tí tað ringasta, sum kann henda í Føroyum, er at verða lagdur undir at verða ókristiligur. Sjálvt teir, sum halda seg verða ímillum tungu dreingirnar, royna at skora [...] er, at vit eru mest snævurskygda og nalvaskoðandi fólk í heiminum, og at tað gongur við rúkandi ferð skeiva vegin. Á odda ganga flestu av landsins kosnu monnum. Tað er ótrúligt og syndarligt at so nógv [...] aftur eitt stórmál í rundstykkjaflokki at viðgera. Nøkur ung lesandi í Norðurlondum, sum eru skapt eftir sama leisti, komu til Føroya at fundast. Flestu væntaðu at eldur kom í skálan, og so varð. Summa
okkara vón, at teir hava tikið við læru frá teimum eldru, og at tað fer at gangast teimum væl. Tað er eisini okkara vón, at hann, sum helt hondina yvir teimum fyri einum ári síðan, framhaldandi fer at føra teir [...] dalbingar og sandingar saman lógvatak og royndu at geva sítt íkast til at økja um virkishugin og vinnuvirksemið í oynni, segði Gerda Magnussen, sum vísti á, at teir høvdu keyptu partrolaran Gullberg, úr Vestmanna [...] og vísti á, at nú er tað eitt nýtt skip, og tað eru nýggjar tíðir, nú Eysturbúgvin fer at seta kós út í føroyskt sjóøki á sínum fyrsta gulllaksaatúri undir føroyskum flaggi. Hon segði, at tað verða ungu
venjaraparið longu boðað frá, at taktikkurin var at fyrstu løtuna leypa á við øllum, sum teir áttu, og at á tann hátt royna at taka Danmark á bóli fyrstu løtuna. Hetta mátti sigast at eydnast til fulnar. Longu [...] mitt á málmannin og fekk hann bjargað skotinum til horna. Eftir hetta høvdu teir føroysku leikararnir trupult við at varðveita trýstið, og í 6. minutti var Danmark um at leggja seg á odda, tá ið ein skotroynd [...] og sum fráleið hevði færri og færri mans at renna heim við at verja. Hetta gav Føroyum onkran góðan møguleika í mótálopunum. Einu ferðian slapp Dánjal á Lakjuni at renna einsamallur við donskum verjuleikara
dámdi væl at fáast við politikk, og hann fekk høvi at royna seg í stórum avbjóðingum - umframt at vera landsstýrismaður var hann eitt skifti formaður í fíggjarnevndini - men hann metti ikki, at tað bar til [...] bóru við sær, at hann ikki hevði møguleika at gera seg lidnan við lesturin. Finnbogi hevði eitt skifti í sjeyti árunum við góðum hegni roynt seg sum bilasølumann, og í 1979 flutti hann heim at standa á odda [...] við at selja bilar og at veita tænastur í tí sambandinum. Á løgtingsvalinum í 1990 var Finnbogi Arge á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Hann varð valdur og afturvaldur í 1994, og tey fyrstu