Kenneth Rasmussen
Eru Føroyar ikki vakrast í verðini? Eru vit ikki fittast í verðini? Eru vit ikki blíðast í verðini? Eru vit ikki raskast í verðini? Eru vit ikki skikkiligast í verðini? Eru vit ikki tey einastu, sum gera alt rætt í verðini? Einki mark er fyri hugflognum yvir spurningunum frá høgum og lágum, sum settir verða útlendingum, ið vitja okkum. Hetta var tað, sum frægasti teigurin í Dimmu, Hinvegin, so beinrakið nært við í vikuni.
Tíverri eru svarini til allar spurningarnar noktandi. Sannleikin er, at vit eru mest snævurskygda og nalvaskoðandi fólk í heiminum, og at tað gongur við rúkandi ferð skeiva vegin. Á odda ganga flestu av landsins kosnu monnum. Tað er ótrúligt og syndarligt at so nógv miðaldarhugsan skal verða savnað á sama staði við Tinghúsvegin í Havn.
Meira rundstykkir
Nú fingu tingmenn aftur eitt stórmál í rundstykkjaflokki at viðgera. Nøkur ung lesandi í Norðurlondum, sum eru skapt eftir sama leisti, komu til Føroya at fundast. Flestu væntaðu at eldur kom í skálan, og so varð. Summarferiuavloysararnir hjá Várharra vóru tíbetur enn til arbeiðis, og royndu at bjarga landi okkara undan syndini. Tað má verða ómenninskjaliga strevið hjá hesum neyðars monnum, sum umframt síni borgarligu størv, eru noyddir at bera alla heimsins synd á sínum herðum. Onkur átti at sagt teimum, at ein annar kendur maður loysti hasa uppgávuna fyri uml. 1000 árum síðan.
...og so fór skiparin í Lindina
Allir politisku flokkarnir í Føroyum - partur av Javnarflokkinum tó møguliga undantikin- royna at liva av kristiligum atkvøðum. Hjá tingmonnum, sum lítið og einki hava uppá hjarta ella har sum evnini ikki røkka serliga langt, er einasta gongda leiðin at vevja eitt sindur av átrúnaði uppí politikkin, so er komandi valskeið bjargað. Eingin torir at tala at, tí tað ringasta, sum kann henda í Føroyum, er at verða lagdur undir at verða ókristiligur.
Sjálvt teir, sum halda seg verða ímillum tungu dreingirnar, royna at skora kristiligar atkvøður. Botnin náddu vit tíðliga í summar, tá kendi skiparin, sum nú offrar seg 100% fyri trygdina á sjónum og á vegnum, fór í Lindina at skrifta. Prátið við læknan fór so beint í hjartað hjá hópin av føroyingum, sjálvt um talan var um eina ta vánaligastu útvarpssendingina, íð nakrantíð hevur verið í luftini yvir Føroyum.
Visión 2015 (-1000)
Meiningin er góð og málið ikki minni. Trupulleikin er bara, at størsta forðingi fyri ætlanini eru politikararnir sjálvir. Ringt verður at tosa um biotøkni og ílegugransking, tá flestu tingmenn bert góðtaka sínar egnu ílegur. Løgmaður átti at trekt eini 1000 ár av yvirskriftini, so fer gongd at koma á.
Áminning
Um vit settu okkum í støðuna hjá øðrum persónum, so hevði tað øvund og tað hatur, sum vit bera mótvegis teimum, verið burtur. Og settu vit onnur í okkara stað, so hevði okkara stoltleiki og sjálvgleði minka munandi.
(J.W. Goethe segði hesi sannleiksorðini fyri uml. 200 árum síðan)