Finnbogi er vinnulívsmaður, hann er fyrrverandi politikari, og hann hevur eisini gjørt um seg í ítrótti.
Finnbogi Arge er havnarmaður. Foreldrini eru Annelisa, fødd Jacobsen Krogh og ættað úr Skive í Danmark, og Meinhardt Arge úr Havn. Mamman doyði í 1982. Annelisa og Meinhardt fingu fýra børn - Inger, Gunnleyg, Finnbogi og Árni. Tey búgva øll í høvuðsstaðnum uttan Gunnleyg, sum býr í Danmark.
Finnbogi tók samfelags málsligt studentsprógv í Hoydølum í 1975. Hann leyk exam. art prógv í norðurlendskum og serliga føroyskum máli og bókmentum í 1977. Hann fór undir hægri lestur í Århus, har hann las søgu og síðani HA, men umstøðurnar í familjuni bóru við sær, at hann ikki hevði møguleika at gera seg lidnan við lesturin. Finnbogi hevði eitt skifti í sjeyti árunum við góðum hegni roynt seg sum bilasølumann, og í 1979 flutti hann heim at standa á odda fyri rakstrinum av familjufyritøkuni.
Finnbogi var stjóri í partalfelagnum Auto Service 1979-1993. Umframt bilasølu og annað virksemi í tí sambandinum, vóru teir í fleiri øðrum vinnum, og teir royndu seg eisini uttanfyri landoddarnar. Teir seldu Bridgestone aliringar, teir áttu Sejerø havbrug, teir vóru uppi í aling í Grikkalandi, teir áttu í ostafyritøku í Danmark, og teir stovnaðu eisini lýsingarfyritøkuna Team 85.
Eftir stóru kreppuna fyrrapartin av níti árunum stovnaði Finnbogi Arge partafelagið Meinhardt Arge, sum hann síðani hevur verið stjóri á - burtursæð frá tíðarskeiðnum tá ið hann var landsstýrismaður. Felagið hevur fyrst og fremst fingist við at selja bilar og at veita tænastur í tí sambandinum.
Á løgtingsvalinum í 1990 var Finnbogi Arge á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Hann varð valdur og afturvaldur í 1994, og tey fyrstu árini, tá ið hann var í politikki, varð roknað við, at Finnbogi fór at vera ein teirra, sum skuldi mynda Sambandsflokkin. Men tað kom vátt í reiðrið, og í 1995 tók Finnbogi seg úr Sambandsflokkinum. Hann var síðani uttanflokka tingmaður, men í 1998 var hann á listanum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi. Finnbogi rakk akkurát ikki á ting, men Fólkaflokkurin kjósaði hann til landsstýrismann í vinnu- og samferðslumálum. Hann talaði eitt nú nógv fyri fremmandum kapitali í føroyskari vinnu, men tí vildi Løgtingið ikki vita av.
18. august í 2000 tók Finnbogi seg úr landsstýrinum. Fólkaflokkurin valdi Bjarna Djurholm til landsstýrismann, og so var Finnbogi tingmaður inntil á valinum í 2002, tá ið hann ikki stillaði uppaftur.
Finnboga dámdi væl at fáast við politikk, og hann fekk høvi at royna seg í stórum avbjóðingum - umframt at vera landsstýrismaður var hann eitt skifti formaður í fíggjarnevndini - men hann metti ikki, at tað bar til hjá honum at vera frammarlaga í politikki og samstundis at vera vinnulívsmaður, og valið fall á fyritøkuna.
Eitt skifti var Finnbogi formaður í nevndini fyri Atlantic Airways, og hann hevur eisini røkt aðrar nevndarsessir, eitt nú í Havsbrún.
Pápi Finnboga, Meinhardt, var í síni tíð ein tann besti fótbóltsspælarin í Føroyum. Hann spældi í HB, og Finnbogi vísti eisini gott fótbóltshegni í HB, har hann var miðvallari til og við á dreingjaliðnum. Síðani tá hava góðu fótbóltsevnini verið nýtt í innandura fótbólti, og politisku fótbóltsdystirnir millum samgongu og andstøðu vístu, at hegnið og fatanin framvegis eru, sum tey vóru í dreingjaárunum, sjálvt um ferðin og orkan kanska ikki eru á sama støði.
Ítróttargreinin hjá Finnboga gjørdist flogbóltur. Meðan hann gekk í Hoydølum, spældi hann við Føroya Studentaskúla ella FS, sum vann FM í 1975. Um hetta mundið fór flogbólturin frá at vera ítróttargreinin hjá skúlunum - serliga læraraskúlanum og studentaskúlanum - og út í feløgini, og FM kappingin varð broytt frá at vera vikuskiftiskapping og til at vera landskapping í tí líkinum, sum hon framvegis er kend. Finnbogi var millum teirra, sum gingu undan. Hann var við til at stovna Fleyr, ið mundi vera fyrsta ítróttarfelagið, sum burturav var flogbóltsfelag, og hann var 1975-76 formaður í flogbóltsdeildini hjá ÍSF. Finnbogi spældi tíggju ferðir á flogbóltslandsliðnum.
Meðan hann gekk í realskúla á Venjingarskúlanum, skrivaði Finnbogi um ítrótt í Dimmalætting. Hann hjálpti Árna Dahl, sum var lærari hjá honum samstundis, sum hann hevði ábyrgdina av ítróttarteiginum í Dimmalætting.
Í 1981 giftist Finnbogi við Armgarð, fødd Mortensen og ættað úr Havnini. Tey eiga hugnaligt heim í Hanusargøtu í Havn, og tey eiga fýra døtrar - Turid fødd 1982, Elisabeth fødd 1985, Maria fødd 1991 og Lív fødd 1997. Finnbogi eigur eina abbadóttur.
Føðingardagin er tað móttøka frá klokkan trý til seks í hølunum hjá pf. Meinhardt Arge við Oyggjarvegin.