Eg kann saktans síggja fyri mær at onkur leggur sak

Tað grundleggjandi brot borgararættindi at nokta teimum viðgerð, sum eru so óheppin at hava viðgerðartørv seint á árinum, heldur formaðurin í læknafelagnum

 

Tað er burtur úr vón og viti, at tað almenna noktar sjúklingum viðgerð, bara tí at teir eru komnir soleiðis fyri, at teir hava tørv á viðgerð seint á árinum.

 

Tað heldur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya.

 

Hann sipar til sparitiltøkini, sum vórðu sett í verk á Landssjúkrahúsinum fyrr í ár, har tað varð avgjørt, at allar viðgerðir sum kundu bíða, vóru at bíða til næsta ár, tí játtanin í ár røkkur ikki til

 

Læknafelagið hevur havt aðalfund og har staðfesti formaðurin, at tað er burtur úr vón og viti, at Landssjúkrahúsið boðar frá, at tey hava hvørki ráð at at viðgera sjúklingar ella at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið fyrr enn eftir nýggjár.

 

Sostatt skal eitt heilt landssjúkrahús við fleiri hundrað fólkum, ganga fyri einki bara tí at eitt prosent av játtanini til útreiðslur, sum eru skiftandi, mangla.

 

Í mínum eygum er hetta ikki bara at gera seg inn á sakleysar borgarar, men eisini skeiv umsiting av fíggjarlógini.

 

Hann heldur, at líka so væl sum ein útreiðsla bert kann gjaldast eftir eini lóg, líka so væl heldur hann, at tað átti at kravt eina lógarheimild at givið starvsfólki frí, tí at tað ikki eru ráð til at keypa skrúvur og protesur

 

– Og sum borgari haldi eg, at tað er at gera seg inn á grundleggjandi borgararættindi at nokta teimum viðgerð, sum eru so óheppin at hava viðgerðartørv seint á árinum, leggur Pál Weihe afturat.

 

Hann heldur, at læknar áttu ikki at verið við í arbeiðnum at útgreina, hvørji tey eru, sum hava serligan tørv á at fáa viðgerð, tá ið tað er grundað á eina fíggjarliga trongstøðu. ‘

 

– Fíggjarlógin eigur ikki at verða misnýtt til at legitimera eina grundleggjandi skeikling av okkara samfelagssáttmála, nevniliga at vit øll hava sama rætt til tænastur í heilsuverkinum, sigur formaðurin í Læknafelagnum.

 

Pál Weihe heldur, at tað er beinleiðis frekt og órímiligt at at boða frá, at sjúklingar mugu bíða til næsta ár, tá peningur aftur er tøkur. Og hann kundi væl ímynda sær, at onkur árvakin borgari legði sak í móti tí almenna fyri ólógligan mannamun.