Veljarakanningin rakti »so mikið væl« – um vit so kunnu siga – at hon rakti plett. Hon gav flokkunum júst tað talið av løgtingsumboðum, sum løgtingsvalið gav.
Viðvíkjandi persónunum, so setti kanningin røtt andlit á 28 av teimum 33, sum vald vórðu. Tað halda vit er at raka væl.
Nú hevur Dennis Holm, sum sjálvur hevur royndir við veljarakanningum gjøgnum Fynd, funnist harðliga at Sosialinum og Gallup. Nú skulu vit ikki leggja okkum út í, hvørjar vísindaligar metodur eru tær røttu – um Fynd dugir betur enn Gallup, men vit halda, at Gallup átti at havt neyðuga trúvirði í so máta.
Men tá hann skrivar, at Sosialurin »válkar sær í eini so meiningsleysari forsøgn«, so skilja vit hann ikki rættiliga. Tað stendur øllum frítt at gera og kunngera veljarakanningar. Hví skulu vit sum fjølmiðil ikki spyrja veljaran nær sum helst, hvønn hann hevði valt á ting? Og hví skulu vit ikki seta nøvn á?
Men ein veljarakanning er ongantíð meira enn ein kanning. Og sjálvandi kunnu valevni eins og veljarar brúka eina slíka kanning, so sum tey vilja. Og ja, tað kann vera, at veljarar hava avskrivað onkran við kanningini sum grundarlag, meðan onkur annar hevur verið noyddur at arbeitt harðari fyri at vinna sær tingsess.
Ein annar demokratiskur háttur at ávirka eitt løgtingsval er tað, sum fakfeløg kunnu gera – og áttu at gjørt. Vit síggja nú um dagarnar at eini 35 fakfeløg taka harðliga til orðanna um uppskotið hjá Fólkaflokkinum um flatskatt, sum millum annað skal fíggjast við, at penjónsinngjaldið verður skatt heldur enn útgjaldið.
Uttan at leggja okkum út í, hvat er rætt og hvat er skeivt í hesum máli, so er tað sum ketta úr høvdatrog at koma við hesum mótmæli nú. Fólkaflokkurin hevur klárt og týðuliga ført hetta fram í valstríðnum, og fakfeløgini hava havt allar møguleikar at roknað út, hvørja ávirkan hetta fór at fáa.
Bóru fakfeløgini seg rætt at, so tóku tey tildømis hetta málið og greiddu tað út í æsir, hvørja ávirkan tað fær. Og so kundu fakfeløgini mælt sínum limum til at atkvøða út frá hesum. Tá høvdu fakfeløgini fingið ávirkan á valið – og fingu framt síni sjónarmið.










