inni á grunnum vatni, har fiskurin vanliga er minni á vøkstri og hevur minni livur enn fiskurin á djúpum vatni. Hinvegin vísa drúgvar kanningar av toski á landgrunninum púra greitt, at toskur út á dýpinum [...] víst okkum. Tað heldur Hóraldur Joensen, granskingarleiðari á granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni og Lektari á náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann sigur, at teir tríggir hava so [...] tveita hana beint í havið aftur. Í hesum sambandið vísti Hóraldur Joensen á, at eini 8000 tons av livur verða blakað aftur í havið á hvørjum ári. Hevði hetta tilfeingið verið gagnnýtt, kundu vit økt okkara
út, siga teir báðir norðmenninir Oskar Stein Bjørlykke og Hans H. Skei. Eisini Jógvan Isaksen, dómsnevndarlimur og ummælari á Sosialinum, heldur Kjærstad verða truplan at koma uttan um. Ein upplagdur fa [...] aldri áður verið í uppskoti. Tað hevur undra mangan norðmann og í grein í Vikuskiftinum í dag hevur Jógvan Isaksen eitt boð um hví so er. Jan Kjærstad er føddur í 1935 og varð fyrstu ferð framm sum rithøvundur [...] Jan Kjærstad virðislønina fyri "Oppdageren" er soljóðandi: " Í skaldsøguni fylgja vit Jonas Wergeland á rannsóknarferð gjøgnum Noreg, ein ferð, sum samstundis tekur støði í nærmastu fortíð okkara. Frásøgustílur
ørdar. Fitt av fólki lýddu á, tá vinnararnir frá 1. til 10. pláss vórðu kunngjørdir, og tað var heldur ikki heilt frítt, at summir av luttakarunum vóru spentir. Av tilvild Á samkomuni leygardagin kunngjørdi [...] vinnararnir frá 10. til 1. pláss vóru. Vinnararnir gjørdust (frá 10. plássi): Esther Sørensen, Tórshavn, Jógvan Jacobsen, Kolbanargjógv, Jákup Apol, Tórshavn, Sonja Johannesen, Oyri, Ólafur Arnfriðson, Tórshavn
og B68. Serliga í 7-0 tapinum fyri viku síðani á heimavølli ímóti NSÍ var AB verjan sum ein opnahjallur: -Ímóti NSÍ riggaði einki. Vit royndu at leypa á, men tað bar einki til. Alt og allir vóru við síðuna [...] líkar okkum best, og hetta skulu vit byggja víðari á, sigur væl nøgdi B36 venjarin Sámal Eril Hentze. Hjá B36 kemur tað illa við, at liðformaðurin Jákup á Borg orsaka av skaða ikki er førur fyri at spæla [...] plágaður av fótskaða, at tað er óvist, nær hann verður tøkur aftur. Á Argjum eru eisini fleiri ivamál: Dion Splidt, Andras Brixen Vágsheyg og Jógvan Skeel Nolsøe hava allir drigist við skaðar. Gert Drangastein
tá Hans Jørgen Djurhuus fekk reytt kort, eftir at hann bert hevði verið á vøllinum í einar fimm minuttir. Frísparki var nakað úti á vøllinum, men hetta nervaði tó ikki Kári Hansen. Bólturin varð trillaður [...] B71-NSÍ 1-2 (0-0) B71 legði fyri sum eitt óløgi, tá NSÍ leygardagin var á vitjan. Fyrsta løtan av dystinum kundi givið fleiri mál, men í mun til viðleikarar sínar, var Rúni Joensen í NSÍ málinum vaknaður [...] dysturin kanska fingið eina heilt aðra gongd, men so var ikki, og tá alt kom til stykkis, noyddust teir á heimaliðnum enn einaferð at taka til takkar við einum teprum tapi. Sum nevnt, so vóru tað sandoyingar
Á fløguni Koma, hava Petur Pólson, framleiðslustjórin Bogi á Lakjuni og ljóðblandarin Óli Poulsen saman við tónleikarunum, skapt eina myrka og djúpa fløgu, ið rørir við hjartastreingirnar. Fyrrverandi [...] Clickhaze og Visible Fish oddamaðurin hevur á hesi fløguni havt ein nógv virknari leiklut í sangskrivingini enn nakrantíð áður. Petur er ein stórur listamaður og ein av bestu føroysku yrkjarunum og tekstirnir [...] tekstirnir eru ein stór uppliving. Teir eru myrkir, daprir og eirindaleysir, hetta bera heitini á løgunum boð um: Jarðarferð, Einsemi, Synd, Eyma sál og Timburmenn fyri at nevna nøkur. Petur sigur sjálvur
kappaðust tó ikki bert um æruna av at vinna. Ein heiðursløn á 12.000 kr varð nevniliga latin vinnarunum. Hósmorgunin kom mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, tí oman í Hoydalar við einum kekki til Bjørt, Jónu [...] eisini eggjaði Búgva at royna. Búgvi meldaði 2.z til kappingina, og næmingarnir sótu so ymsastaðni á skúlanum og arbeiddu í smáum bólkum við 3-4 næmingum í hvørjum. Spælið gekk fyri seg frá kl 9-14 í tríggjar [...] serliga góðar tá, siga vinnararnir um trilvandi byrjanina. Tær greiða frá, at seinasta dagin var virðið á oljuni nógv størst, og júst seinasta dagin funnu tær eina sera stóra oljukeldu. ? So tað var kanska
Mariu á Lakjuni. Somu lýsingarorð, sjarmerandi, hugnaligt og nostalgiskt, kunnu nýtast um framførsluna hjá Anniku Hoydal. Hanus G. slapp loksins at hava bólk við á festivalinum, sum hann hevur spælt á hvørt [...] slagi, so ber illa til, at góðskan svingar eitt sindur, men yvirskipað vóru framførslurnar á Summarfestivalinum á einum góðum støði. Byrjaði veruliga hóskvøldið Sum festivalgestur var hugaligt at staðfesta [...] eisini hóskvøldið, í fullum álvara. Ofta hevur hóskvøldið á Summarfestivalinum verið eitt undarligt alibikvøld, men við fyrst og fremst Mika á skránni, so høvdu fyriskipararnir gjørt greitt, at festivalurin
varð borið í hvørt hús í landinum í dag, vitjaði á Norðfra í Leirvík í síðstu viku, hitti blaðið virkisleiðaran, Jógvan Martin Hansen, og heilsaði upp á stjóran, Kaj Otto Frederiksberg. - Tá ræður um lidnar [...] um heilan fisk, sum verður útfluttur, tosa vit um Fofish, sigur virkisleiðarin. Jógvan Martin Hansen hevur sína útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Í nøkur ár arbeiddi hann hjá Kjartani Joensen í [...] Jógvan Martin Hansen, virkisleiðari hjá Norðfra í Leirvík, er onga løtu í iva um, at matvøruvirkið í Leirvík arbeiðir við besta fiski og bestu fiskavørum í øllum kongaríkinum. - Hetta sigi eg ikki av mínum
Kappsigling Eins og gjørt hevur verið nú í 36 ár, skipaði Lions Club Eysturoy fyri árligu kappsiglingini á Skálafjørðinum sunnudagin 21. august. 30 bátar høvdu meldað seg til siglingina, men ein meldaði tó avboð [...] síðani 1989, uttan at nakar hevur vunnið tað til ognar. Treytin er, at tann báturin, sum er fyrstur á mál í trý ár, fær steypið til ognar. Tríggir bátar høvdu í ár møguleikan at vinna steypið, við tað at [...] at teir høvdu vunnið tað tvær reisur fyrr. Hesir vóru Hoyvíksbáturin, Miðgerð og Thyra. Fyrstur á mál var Thyra, sum sostatt vann ferðasteypið til ognar. Nummar 2 varð Malli og nummar 3 Hoyvíkingur. Hesir