Besti fiskur í kongaríkinum

- Tað er ikki rætt, at fólk ikki unna sær fiskamat á borðið, sigur Jógvan Martin Hansen, virkisleiðari hjá Norðfra.

Jógvan Martin Hansen, virkisleiðari og Kaj Otto Frederiksberg. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Jógvan Martin Hansen, virkisleiðari hjá Norðfra í Leirvík, er onga løtu í iva um, at matvøruvirkið í Leirvík arbeiðir við besta fiski og bestu fiskavørum í øllum kongaríkinum.

- Hetta sigi eg ikki av mínum eintingum, men hetta eru afturmeldingar, vit fáa frá okkara viðskiftafólkum og sølufólkum, bæði her heima í Føroyum og í Danmark. Føroyskar fiska,-krabba-og skeljavørur eru framúr.

Norðfra í Leirvík er kki minst kent fyri sínar gluten-fríu og pannustoktu frikadellur, raspaðu hýsu-og toskafløk og annars allar fiska-, krabba-og skeljavørur úr føroyskum havøki.

Tá Vikublaðið, sum varð borið í hvørt hús í landinum í dag, vitjaði á Norðfra í Leirvík í síðstu viku, hitti blaðið virkisleiðaran, Jógvan Martin Hansen, og heilsaði upp á stjóran, Kaj Otto Frederiksberg.

- Tá ræður um lidnar og virkaðar fiska,-krabba-og skeljavørur, brúka vit sølunavnið Norðfra, og tá talan er um heilan fisk, sum verður útfluttur, tosa vit um Fofish, sigur virkisleiðarin.

Jógvan Martin Hansen hevur sína útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Í nøkur ár arbeiddi hann hjá Kjartani Joensen í Leirvík, og seinni var hann við til at byrja portiónsframleiðsluna hjá Bakkafrosti í Fuglafirði. Seinastu árini hevur hann verið virkisleiðari hjá Norðfra og er soleiðis royndur í leikum innan matvøruframleiðslu.

- Eg kann í hvussu er sláa fast, at føroyingar eta nógvan fiskamat, og tað er ikki rætt, um onkur heldur, at føroyingar ikki unna sær at keypa fisk, sigur Jógvan Martin Hansen, virkisleiðari hjá Norðfra.