Myndakapping
Eftir at hava leitað bæði væl og leingi, so er Ársins summarmynd funnin. Kappingin, Ársins summarmynd, er úrslitið av einum samstarvi millum 3´aran, Atlantic og Sosialin. Fólk høvdu møguleikan til at lata myndir inn til kappingin. Einasta ásetingin fyri kappingina var, at myndirnar skuldu vera summarmyndir. Tað var so upp til fólk sjálvi at meta um, hvat kundi hóska seg sum summarmynd og somuleiðis hóskaði seg til kappingina. Endamálið við kappingini var, at fólk skuldu kunna fáa meira burturúr myndunum, sigur Svanna Nørspang, fyrireikari av kappingini. Freistin at lata myndir var sett til 13. oktober, og leygardagin varð so vinnarin og hinar næstu níggu myndirnar í røðini almannakunngjørdar.
Fitt av fólki lýddu á, tá vinnararnir frá 1. til 10. pláss vórðu kunngjørdir, og tað var heldur ikki heilt frítt, at summir av luttakarunum vóru spentir.
Av tilvild
Á samkomuni leygardagin kunngjørdi Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways, hvørjir vinnararnir frá 10. til 1. pláss vóru. Vinnararnir gjørdust (frá 10. plássi): Esther Sørensen, Tórshavn, Jógvan Jacobsen, Kolbanargjógv, Jákup Apol, Tórshavn, Sonja Johannesen, Oyri, Ólafur Arnfriðson, Tórshavn, Palli Jacobsen, Vágur, Lív Danielsen, Strendur, Ásvør Andersen, Nes, Solveig Davidsen, Bøur, Mai-Britt Debes, Tórshavn.
Vinnarin, Mai-Britt Debes, hevði latið eina summarmynd av dóttur sínari inn til kappingini.
-Myndin var mestsum tikin av tilvild, segði Mai-Britt Debes eftir at hennara mynd var kosin ársins summarmynd. Mai-Britt fekk eina uttanlandsferð fyri ómakin, og hon tóktist fegin.
Svanna Nørspang, fyrireikari, segði í einari aðrari grein í sambandi við myndakappingina, at tað kanska vóru ov nógvar myndir av børnum og ov lítið av náttúru. Tískil var tað kanska passandi, at vinnaramyndin gjørdist ein sameining av bæði børnum og náttúru.