Birgir Kruse
Mentan
Norðmenn eru ernir. Eingin ivi um tað. At sigurin er uppiborin, eru teir heldur ikki í iva um. Vinnandi bókin er hin triða í eini røð, sum byrjaði fyri sjey árum síðani. Og rithøvundurin aftanfyri hetta megnar bókaverk, hevur aldri áður verið í uppskoti. Tað hevur undra mangan norðmann og í grein í Vikuskiftinum í dag hevur Jógvan Isaksen eitt boð um hví so er.
Jan Kjærstad er føddur í 1935 og varð fyrstu ferð framm sum rithøvundur við stuttsøgusavninum "Kloden dreier stille rundt" í 1980. Skaldsøgan "Opdageren", sum nú er virðislønt, er triði partur í einum høvuðsverki í norskum bókmentum, nú túsundárið rennir út, siga teir báðir norðmenninir Oskar Stein Bjørlykke og Hans H. Skei.
Eisini Jógvan Isaksen, dómsnevndarlimur og ummælari á Sosialinum, heldur Kjærstad verða truplan at koma uttan um. Ein upplagdur favoritturin, sigur hann í yvirlitsgrein í Vikuskiftinum ídag. Harafturat verður virðislønta bókin "Oppdageren" mett sum aðalluturin í tríbindsverki Kjærstads og hesin rithøvundur er millum mest lisnu í øllum Norðanlondum.
Grundgevingin hjá dómsnevndini, at lata Jan Kjærstad virðislønina fyri "Oppdageren" er soljóðandi: " Í skaldsøguni fylgja vit Jonas Wergeland á rannsóknarferð gjøgnum Noreg, ein ferð, sum samstundis tekur støði í nærmastu fortíð okkara. Frásøgustílur Kjærstads er framúr egin og nýskapandi og teksturin gevur lesaranum bæði stórar avbjóðingar og ríka lesigleði".
Á norsku netsíðuni oslopuls.no ber til at lesa nærri um allar bøkurnar, sum vóru við og sanniliga eisini at ummæla tær. Netsíðan hjá Norðurlandaráðnum www.norden.org upplýsir eisini nærri um einstøku bókaverkini.
Jan Kjærstad fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum er 350.000 krónur, handaða í Oslo hin 4. apríl.
MYND: Jan Kjærstad fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2001 fyri skaldsøguna "Oppdageren"