var í Fíggjarnevndini fyri at seta í verk eina varskógvaraskipan í gildi. - Men tíverri hevur samgongan nú forðað fyri eini semju. Tað gjørdist greitt eftir, at málið hevur verið fyri á samgongufundi, siga [...] at stjórna einum landi. Tað siga Kristina Háfoss tingkvinna fyri Tjóðveldi, umframt Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen, tingfólk fyri Javnaðarflokkin. Tey eru øll limir í fíggjarnevndini, har tey [...] taka so harðliga til orðanna, er, at Kristina Háfoss hevur lagt uppskot fyri løgtingið um eina varskógvaraskipan, sum gevur teimum eina serliga verju, tá ið tey boða frá óreglusemi á sínum arbeiðsplássi
Ein av teimum, sum støðugt hevur arbeitt fyri at økja um dagatalið, har Strandfaraskipini sigla, er Páll á Reynatúgvu. Fleiri ferðir hevur hann verið við til at lagt uppskot fram á tingi um júst hetta [...] at gera hesar samráðingar lidnar. Talan er um frídagar hjá feløgunum, og tað mást tú hava virðing fyri. Svarið til okkara uppskot var, at tað var óneyðugt at samtykkja, tí landsstýrismaðurin arbeiddi við [...] siglingina, so mást tú í samráðingar við feløgini, so tað kann ikki koma óvart á. Lesið eisini: Uttan fyri alt mark - Og úrslitið er ein ómetaliga harmilig støða, sum nú er íkomin. Tey eru nógv, sum fegnaðust
dystarskrá. Av tí sama kunnu vit ikki fáa tað optimala burtur úr Súna, tí hann er snøgt sagt niðurslitin, fyri at siga tað, akkurát sum tað er. Fáir hvíludagar Verður hugt nærri at, hvussu tað sær út teir komandi [...] dystirnar, so sæst, at frá 29. juli til 30. august eru ikki færri enn níggju dystir á skránni hjá teimum spælarum hjá Víkingi, sum eisini eru við á landsliðnum. Fyrst og fremst er talan um Súna Olsen og
at hjálpa teimum úr tí. Hetta er niðurstøðan hjá tveimum arbeiðsleysum kvinnum, Sosialurin hevur tosað við. Báðar hava tær gjørt alt fyri at kunna átaka sær tey størv, ALS hevur boðið teimum, men ALS er [...] aftur í arbeiði. Eg haldi meg hava roynt alt fyri at fáa tað at bera til, men krøvini eru nærum ómenniskjalig, so tíverri var tað ikki nokk. So í staðin fyri fáa eitt arbeiði gjørdist eg almannaklientur [...] almannaklientur innan leingi. Skilur onki - Eg havi greitt ALS frá, at skal eg fylgja teirra treytum fyri at koma í arbeiði, má eg seta son mín á trappusteinin á ansingarstovninum, har hann kann sita og bíða
stjórnarskrá fyri lýðveldi Íslands. Hon var løgd fyri fólkið til støðutakan dagarnar 20.-23. mai 1944. Valluttøkan var 98 %. Av teimum, ið atkvøddu, vóru 99,5% fyri at slíta frá Danmark og 98,3 % fyri at stovna [...] tingvøllum 17. juni 1944. Men fullveldi vunnu teir í 1918. Tí hava frændur okkara fyri vestan júst hátíðarhildið hundrað ára dagin fyri fullveldinum. Her á 62. breiddarstigi og 7. longdarstigi stendur hampiliga [...] fimm hundrað fólk doyðu av henni. Sunnudagin 1. desembur hetta árið savnaðist stór mannfjøld uttan fyri Stjórnarráðshúsið í brekkuni oman móti Lækjartorgi. Sambandslógin – ja, soleiðis nevndist hon – var
Hjá teimum er nóg mikið at tala til kenslur hjá fólki. Allir føroyingar – við undantaki av víðgongdum nationalistum – síggja, at samstarv og úrslit fyri Føroyar, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, tá [...] vælferð í Føroyum. Hetta er tað, sum kapparnir avrika fyri Føroyar í Fólkatinginum: politisk ómegd, mytomani og nationalistiskt smáputl. Skiftið út Fyri ein góðan ordan skyld skal eg nevna veruligu tølini [...] annað enn at skapa konfliktir, og verulig úrslit eru eingi Valtrummurnar hoyrast væl, og møguleiki er fyri, at fólkatingsval verður útskrivað í ótið. Hóast stutt er fráliðið síðani seinasta fólkatingsval,
koyrdir frá fyri at hava verið óhepnir í fjølmiðlunum, men at teir ikki verða koyrdir frá fyri at hava sett fyrisitingarlógina til viks. Í hesum sambandi sipar Høgni Hoydal til málið um leiðarin fyri frítíðarskúlan [...] fólkaflokkurin og samgongan eru vorðin samd um at koyra Jógvan við Keldu frá av teimum orsøkum, sum tey nú einaferð hava. Men ístaðin fyri at boða greitt frá, hvørjar orsøkirnar eru, kappast tey nú um at vaska [...] Tvøroyri, har løgtingsins umboðsmaður átalaði Almanna og heilsumálaráðið fyri skeiva fyrisiting. Tað fekk ongar avleiðingar fyri Hans Paula Strøm, men tá ið Jógvan við Keldu sigur okkurt í fjølmiðlum, sum
hava vit fingið ein ávísan fyrimun í stríðnum fyri tann japanska hvalaveiðiflotan. Nú er lættari hjá okkum at finna skipini og at halda eygað við teimum, sigur Watson. Tann nýggja framferðin hjá Sea Shepherd [...] Felagsskapurin Sea Shepherd, ið hevur sett sær fyri at steðga allari hvalaveiði, brúkar nú eitt ómannað flogfar til at finna tey japonsku hvalaveiðiskipini, sum veiða stórhval í Suðuríshavinum. Talan er
skula gera av, hvat av teimum báðum skal sita eftir í botninum. Hjá StÍF er støðan hinvegin nakað meira hugalig. Enn hevur liðið í øllum førum stutt tjóður í hinum oddaliðunum, emn fyri framman stendur ein [...] Søljuni var hetta fjórða tapið í slag, og eingin ivi tykist vera um, at tær aftur í ár skulu stríðast fyri at halda sær av aftasta plássinum. Vónin her er uttan iva, at tað skal bera til at taka stig frá Kyndli
Hondbóltur Kvinnurnar hjá Neistanum hava fyri stóran part av endaspælinum verið í einum slag av ongamannalandi,og tí er kanska ikki løgið, um motivatiónin hjá teimum so smátt er farin at dala, nú landskappingin [...] StÍF. Longu fyrstu løtuna løgdu tær bragdliga fyri, og tað tóktist ganga tann vegin, at talan kundi gerast um rættiligan stórsigur. Men StÍF kom tó betri fyri seg, sum dysturin gekk. Við einføldum spæli