Ómanslig at koyra Jógvan við Keldu frá

Grundgevingarnar hjá fólkaflokkinum og samgonguni fyri at koyra Jógvan við Keldu frá, eru ómansligar, heldur Høgni Hoydal

Landsstýrismansskifti

 Grundgevingarnar hjá fólkaflokkinum og samgongnuni fyri at koyra Jógvan við Keldu frá sum landsstýrismann, eru ómansligar.
 Tað heldur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins.
Hann vísir á, at fólkaflokkurin og samgongan eru vorðin samd um at koyra Jógvan við Keldu frá av teimum orsøkum, sum tey nú einaferð hava.
 Men ístaðin fyri at boða greitt frá, hvørjar orsøkirnar eru, kappast tey nú um at vaska sínar hendur og at geva øllum øðrum skyldina.
Høgni Hoydal sipar til, at tað hevur verið nevnt, at útlendingamálið er ein orsøk er ein orsøk til, at tað var neyðugt at koyra Jógvan við Keldu frá.
 Tað hevur verið sagt, at útlendingamálið hevur verið torført at umsita og at alt fleyt, men at tað nú komið á skinnarar. Kortini hevur tað verið so tungt at umsita, at tað skal hava slitið landsstýrismannin so illa, at tað var neyugt við einum skifti.
 Hatta er ósatt, tí hetta er bara fyri at kasta skyldina yvir á onkran annan. Tað er
beinleiðis ómansligt at siga, at útlendingamálið er ein orsøk til, at landsstýrismaðurin skuldi frá.
Høgni Hoydal vísir tvørturímóti á, at útlendingamálið var púra greitt, tá ið hendan samgongan tók við, men síðani er málið vavt upp í eina fløkju og tað hevur ikki bara Jógvan við Keldu skyldina av, men øll samgongan.
Høgni Hoydal sigur, at tað hevur eisini verið víst til, at Jógvan við Keldu hevur verið óheppin í samrøðum við fjølmiðlarnar, har hann hevur sagt ymiskt, sum var betri ósagt.
 Tað er løgið at koyra ein landsstýrismann frá, tí hann hevur verið óheppin í fjølmiðlunum.
Hinvegin hava vit ikki staðfest, at Jógvan við Keldu hevur brotið nakra lóg, hóast tað mangan hevur verið mikið rok um hansara fyrisiting. Sostatt má staðfestast, at hann er frákoyrdur av politiskum orsøkum og ikki nøkrum øðrum.
 Sostatt mugu vit ásanna, at landsstýrismenn verða koyrdir frá fyri at hava verið óhepnir í fjølmiðlunum, men at teir ikki verða koyrdir frá fyri at hava sett fyrisitingarlógina til viks.
Í hesum sambandi sipar Høgni Hoydal til málið um leiðarin fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri, har løgtingsins umboðsmaður átalaði Almanna og heilsumálaráðið fyri skeiva fyrisiting.
 Tað fekk ongar avleiðingar fyri Hans Paula Strøm, men tá ið Jógvan við Keldu sigur okkurt í fjølmiðlum, sum var betri ósagt, er tað ein orsøk til at hann verður koyrdur frá, sigur Høgni Hoydal.
 Tað sama hendi í undanfarnu samgongu, har landsstýrismenn ikki fóru frá, tíansheldur slitnaði samgongan.
 Men nú hava vit fingið eina støðu, har landsstýrismaður kann fara frá fyri óheppin útalilsi í fjølmiðlunum og av politiskum orsøkum. Sostatt má staðfestast, at tað er ein sera óheppin máti, sum løgmaður hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum upp á, sum hann annars hevur skyldu til, sigur Høgni Hoydal.