Felagsskapurin Sea Shepherd, ið hevur sett sær fyri at steðga allari hvalaveiði, brúkar nú eitt ómannað flogfar til at finna tey japonsku hvalaveiðiskipini, sum veiða stórhval í Suðuríshavinum. Talan er um eitt sokallað dronu-flogfar, sum eitt nú USA brúkar til njósning og til bumbuálop.
Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, sigur, at tað var skipið Steve Irwin, sum sendi flogfarið avstað, og at flogfarið fann tey japonsku hvalaveiðiskipini eftir einari lítlari løtu.
-Við hjálp frá flogfarinum hava vit fingið ein ávísan fyrimun í stríðnum fyri tann japanska hvalaveiðiflotan. Nú er lættari hjá okkum at finna skipini og at halda eygað við teimum, sigur Watson.
Tann nýggja framferðin hjá Sea Shepherd hevur fingið japonsku sjóverjuna at senda nøkur skip at verja hvalaveiðiskipini. Samstundis hava myndugleikarnir í USA, Avstralia og Ný Sælandi biðið partarnar vísa hógv, so sleppast kann undan beinleiðis samanbrestum.